Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Kanning um happing handað og løgd fram

07. Mai 2015

Fríggjadagin 8. mai 2015 kl. 10.00 fær Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handað kanning um happing millum næmingar í fólkaskúlanum.

les meir

Viðmerking til skriv frá Giktafelag Føroya

07. Mai 2015

Tað hevur stóran týdning fyri meg, at fólk við gikt fáa eina góða viðgerð í Føroyum. Munandi batar eru longu framdir; fleiri pengar eru settir av, og framvegis verður arbeitt á fleiri mótum at skapa so góð viðurskifti sum gjørligt fyri sjúklingarnar.

les meir

Føroysk aspirantskipan gerst nú veruleiki

07. Mai 2015

Nú verður møguligt hjá maritimu skúlunum at seta føroyska aspirantskipan í verk. Kunngerð verður lýst, ið heimilar aspirantskipan fyri bæði navigatør- og maskinmeistaraútbúgvingina. Í fyrsta umfari verður hon roynd við navigatørum á Vinnuháskúlanum í summar. Kravið til upptøku er gymnasialt miðnámsskúlaprógv.

les meir

Nýggjur skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

07. Mai 2015

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Gerður Ólinu Steinþórsdóttir í starvið sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla. Gerður er 43 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2004 og hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúla og innan KT- og tøknitænastu.

les meir

Serfrøði ella treiskni ?

06. Mai 2015

At hava øðrvísi hugsan er ikki altíð lætt. Eitt tað besta dømi í søguni er um tann navnframa “Galileo Galelei”, ein av fedrunum til nútímans vísind.

les meir

Havnin hevur alt ov fáar røddir og ongan góðan í Løgtinginum

06. Mai 2015

Tórshavnar kommuna hevur sjálv megna at gjørt tær íløgur og framt ta menning, sum skal til fyri at skapa framburð í okkara høvuðsstaði,...

les meir

Kommunufelagið kann ikki góðtaka framferðarháttin

06. Mai 2015

Kommunufelagið kann ikki áhaldandi góðtaka hendan framferðarháttin, har tað støðugt verður máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum. Kommunufelagið kann enn minni góðtaka at uppskot sum hava grundleggjandi ávirkan á kommunurnar, als ikki verða umrøtt við kommunurnar, áðrenn tey verða løgd fyri tingið.

les meir

Arrogant Helle Thorning reingir veruleikan

06. Mai 2015

- Forsætisráðharrin talar ímóti fakta og ímóti síni egnu ráðharrastovu, tá ið forsætisráðharrin pástendur, at heilsumál er føroyskt sermál, ið Danmark onga fíggjarliga ábyrgd hevur av – arrogant og reingjandi, sigur Edmund Joensen

les meir