Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking til skriv frá Giktafelag Føroya

Tað hevur stóran týdning fyri meg, at fólk við gikt fáa eina góða viðgerð í Føroyum. Munandi batar eru longu framdir; fleiri pengar eru settir av, og framvegis verður arbeitt á fleiri mótum at skapa so góð viðurskifti sum gjørligt fyri sjúklingarnar. 

Órógv hevur í eina tíð verið um giktaøkið, og eg havi fulla virðing fyri, at Giktafelagið ynskir at gera vart við sína støðu, sum felagið hevur gjørt í tíðindaskrivi í gjár. Men at skýra meg sum lygnara, kann eg ikki góðtaka. Tí hetta skriv.

Seinnu árini hava vit havt ein arbeiðssaman og dugnaligan serlækna í reumatologi í Føroyum. Giktalæknin hevur gjørt stóran mun fyri einstaka sjúklingin, og er bíðitíðin til viðgerð nógv minkað hesi árini. Serlæknin hevur tó ikki verið nøgdur við ymisk viðurskifti, og boðaði hann frá á sumri í 2014, at hann gavst í starvinum 1. januar í 2015, um ikki ymisk krøv vórðu eftirlíkað.

Bæði eg sjálvur sum landsstýrismaður og leiðslan á Landssjúkrahúsinum hava síðani fráboðanina arbeitt við at fáa hesi viðurskifti upp á pláss. Hesi eru:

• Peningur varð settur á fíggjarlógina fyri 2015 til ein giktaserlækna afturat. Ein av atfinningunum hevur verið, at vaktarbyrðan hevur verið ov tung við bert einum føstum giktalækna. Nú røkist fyri, at tveir serlæknar í reumotologi vera á Landssjúkrahúsinum.

• Kravið um at fáa sjúkrarøktarfrøðing upp í tíð er eftirlíkað

• Hølisviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum eru fingin upp á pláss

Skuldsettur fyri at lúgva

Í skrivinum frá Giktafelagnum er undirritaði fyri grovum ákærum og verður skuldsettur fyri at lúgva. Málið snýr seg um, at eg havi greitt Løgtinginum frá, at peningur er fluttur frá privatum serlæknavirksemi, sum verður fíggjað av Heilsutrygd, til ístaðin at raðfesta viðgerð av giktasjúklingum á Landssjúkrahúsinum. Partur av hesi umraðfesting fer til at seta nýggjan giktaserlækna afturat tí verandi – júst sum hesin bar fram ynski um.

Hendan umraðfesting er – sum eg havi sagt fyri Løgtinginum - gjørd í samráð við og eftir initiativi frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum harvið hevði møguleika at eftirlíka ynskinum um at uppnormera giktaøkið við enn einum serlækna. Eg gjørdi mær tá tann ómak at spyrja leiðsluna, um giktalæknin var við upp á ætlanina. Tað fekk eg at vita, at hann var.  

Fyri at skera út í papp. Ynski hevur leingi verið um, at giktaøkið bleiv raðfest við enn einum serlækna, tí sum einsamallur serlækni var Pero Sore ovbyrjaður og mátti arbeiða fyri tveir. Loysnin var at seta tveir læknar, so vaktarbyrðan minkaði. Hetta er ein win-win støða fyri sjúklingar og læknar.

Sáttmálin við Heilsutrygd
Enn er tað ikki eydnast Serlæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðnum at blíva samd um ein sáttmála um serlæknavirksemi. Sum við øllum samráðingum, er hetta eitt mál millum partarnir á arbeiðsmarknaðinum, og mín lutur hevur verið at skunda undir hesar samráðingar. Tað havi eg eisini gjørt.

Eitt sindur um hendan sáttmála. Sáttmálarnir um serlæknavirksemi komu í gildi 1. oktober 1982. Í hesum sáttmálum eru m.a. ásetingar um viðgerðir og gjøld fyri hesar viðgerðir. Síðani sáttmálarnir komu í gildi, er einasta broytingin, at gjøldini eru stillað, aðrar broytingar eru annars ikki gjørdar viðvíkjandi viðgerðum. Undantikið tó á giktaøkinum, har ein fyribils avtala varð gjørd, sum kom í gildi 15. mars 2012.

Sambært hesi avtalu, er yvirlitið yvir viðgerðir og gjøld broytt, so tað er tað sama sum í Danmark í 2011. Tað merkir tískil, at giktaøkið hevur veitingar og gjøld, sum vóru galdandi í Danmark í 2011 – meðan øll hini serlæknaøkini hava veitingar og gjøld, sum vóru galdandi í Danmark í 1982. Hetta er eitt slag av seravtalu.

Í skrivinum frá Giktafelagnum verður sagt, at tilboðið til giktasjúklingar er verri enn í 1982. Hetta kennist eg ikki við. Í skrivandi stund hava vit játtan til tveir giktalæknar – og eg vóni at bæði størvini verða sett skjótt. Annars verða tað konsulentar, sum koma at hjálpa til. Vit hava økt um starvsfólkaorkuna at hjálpa serlæknunum í sínum virksemi á Landssjúkrahúsinum. Haraftrat hava vit fingið til vega góð hølisviðurskifti til viðtalur og viðgerð.

Giktafelagið boðið á fund
Gaman í. Enn eru snøklar at fáa upp á pláss, og vit arbeiða støðugt við at betra um tilboð til sjúklingar. Í dag havi eg boðið Giktafelagnum á fund, so vit kunnu viðgera í felag, hvussu vit røkka okkara felags endamáli um at veita góða giktaviðgerð í Føroyum. Eg havi góðar vónir og vænti avgjørt, at hetta fer at bera til.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum