Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanning um happing handað og løgd fram

Fríggjadagin 8. mai 2015 kl. 10.00 fær Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handað kanning um happing millum næmingar í fólkaskúlanum. 

Kanningin, sum verður løgd fram, er ein kanning av øllum 5., 7. og 9. floks næmingum í føroyska fólkaskúlanum, íalt umleið 2.200 næmingar.

Á vári 2014 setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skjøtil á arbeiðið at fáa til vega dagførda vitan um trivnaðin millum næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum kundi veita haldgott grundarlag undir dagførdum tiltøkum til tess at minka um happing og harvið kunna økja um trivnaðin. 

Henda nýggja kanning kemur í tøkum tíma, tí ongin slík kanning er gjørd síðani 2007. Nýggja kanningin skal umframt at fáa til vega dagførdan kunnleikan um happing í skúlunum eisini geva eina ábending um átøkini, sum sett eru í verk seinastu árini, hava munað, m.a. í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum. Kanningin, sum nú er gjørd, er lutvíst gjørd eftir sama leisti sum í 2007, men við dagføringum m.a. viðvíkjandi sosialum miðlum. 

Tað er Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur staðið fyri og gjørt kanningina, meðan ein fylgibólkur, umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið, hevur fylgt arbeiðnum.

Handanin og framløgan av kanningini verður í Mentamálaráðnum og er almenn.