Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serfrøði ella treiskni ?

At hava øðrvísi hugsan er ikki altíð lætt. Eitt tað besta dømi í søguni er um tann navnframa “Galileo Galelei”, ein av fedrunum til nútímans vísind. 

Galileo granskaði sólskipanina og við at hyggja eftir samanhanginum í ferðamynstrinum hjá planetunum kom hann til, at sólin mátti verða miðpunkt í okkara sólskipan og at jørðin tískil mól um Sólina, Kopernakus hevði víst á hetta áður. Hetta stríddi beint ímóti tí viðurkendu vitanin ið “Kirkjan“ stóð fyri. Kirkjan metti, at skipanin var beint tann øvugta, nevniliga at Jørðin var miðpunkt í okkara sólskipan og at allar planetir mólu um Jørðina. Kirkjan fór eftir Gallileo og í 1633 var hann ákærdur fyri Kettarí “Gudsspottan”. Henda ákæra kundi enda við deyðadómi men fyri Galileosa viðkomandi var revsingin, at hann var settur í lívlangt húsavarðhald. Maðurin var mettur at verða lívsfarligur.

Sum tíðin leið komu alt fleiri av teimum lærdu í Evropa til somu niðurstøðu sum Gallileo. Kirkjan broytti eisini spakuliga holdning og í 1835 (202 ár eftir húsavarðhaldið) kundi bókin hjá Gallileo “Dialogue” endurtrykkjast, uttan at rokna við straff frá Kirkjuni.

Í 1939 (307 ár eftir húsavarðhaldi) segði Pius XII Pávi, at Galileo var ein góður vísundamaður tó uttan at nevna nakað um hansara ástøði.

Ikki fyrrenn í 1992 (359 ár eftir húsavarðhaldi) slerdi Jóhannus Páll II Pávi fast at samanhangurin, ið Galileo var komin fram til, var tann rætti og at kirkjan hevði tikið feil.

Henda søga kemur mær ofta til hugs, tá ið eg hugsi um støðuna av fiskastovnum undir føroyum. Her eru tveir møguleikar : Antin er samanhangur millum pelagiskan fisk og botnfisk ella er eingin samanhangur.

Havstovuna hevur eina støðu ið sigur, at einki samband er millum stovnarnar av pelagiskum fiski og av botnfiski. Magn og Mið Jan Arge “Tað er einki, sum bendir á, at makrelurin, sum er undir Føroyum, hóttir fiskasløg sum tosk, upsa og nebbasil” sum onkur er farin at rógva fram undir, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingurá Havstovuni. Magn og Mið 7 oktober 2010.
“Onkur” sum Jan Arge sipar til er helst Árna M. Dam (Primus motor í arbeiðinum, at ogna Føroyingum størri makrelkvotu) ella undirritaði. Orði “onkur” er eintal og um Jan Arge heldur, at Árni M. Dam ella undirritaði eru einsamallir um at halda, at samanhangur er millum pelagiskan fisk og botn fisk so fer hann skeivur. 

Tað eru nógv fólk herímillum fleiri vísundamenn, sum í nógv ár (fleiri ára tíggjur) hava víst at tað er ein samanhangur millum pelagiskan fisk og botnfisk.
Men higartil er Havstovan ikki at vika. Havstovan hevur tó ikki heilt somu makt, sum Kirkjan hevði, “Guð havi lov fyri tað !”, Hon fær tí einki gjørt við pressu og talufrælsi. Rokni við, at tað koma enn fleiri vísundamenn ið ráða til, at fiskiskapur bert kann umsitast skilagott, um øll vistskipanin verður tikin við í umsitingarætlaninum.
Tað er at vóna, at tað ikki tekur líka langa tíð hjá Havstovuni, sum hjá Kirkjuni, at viðurkenna samanhangirnar sum aðrir vístu á, vóru teir røttu.

Havstovan tosar um at fara varðisliga fram men broytingarnar í vistskipanini fara ikki varðisliga fram. Tí kunnu avleiðingarnar av niðurstøðum hjá Havstovuni verða katastrofalar fyri sera nógv húsarhald og tær familjur, ið har búgva. Fyri nógv dugnalig skilafólk verður tilveran løgd í skeljasord, uppá stutta tíð, av tilráðing og politiskum avgerðum, har ið avgerðargrundarlagið als ikki var ella er í lagi.

Tað tykist sum um at politiska skipanin og Havstovan als ikki er greið yvir hetta

Meinhard Jacobsen Msc. Fiskivinnutøkni.

p.s. um leitaverður á Google eftir fylgjandi "Årsager til ubalancer i maritime fødekæder" ved Stefan Neuenfeldt so kunnu tit finna ein sera áhugaverdan fyrilestur um samanhangir í einari vistskipan.

Hetta er ikki øðrvísi enn gamli hvalur sigur í Stórhvalagildinum. “Á havsins botni dag og nátt, her er so lítil friður, at hvør má ansa sjálvum sær, tað er ein fornur siður. Mær av sonnum sagt er frá, at hvør av øðrum liva má.”