Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gerður Ólinu Steinþórsdóttir, er nýggur skúlastjóri við Fuglafjarðar skúla

Nýggjur skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Gerður Ólinu Steinþórsdóttir í starvið sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla. Gerður er 43 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2004 og hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúla og innan KT- og tøknitænastu. Gerður hevur leiðsluútbúgving sum master í leiðslu á útbúgvingarstovnum og hevur starvast sum skúlastjóri í íslendskum fólkaskúla. Harumframt hevur hon onnur skeið innan starvsfólkaleiðslu, skúlaskipan og menning.