Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Kommunal kemoterapi

16. Des 2015

Tað er ikki nýkomið, at landsgeirin hevur lagt brennandi ást á kommunukassarnar. Tað hevur verið lagið í mong ár. Skiftandi landsstýri og landsstýrismenn í fíggjarmálum hava, við sínum “suverena” valdi yvir Løgtingi og verjuleysum kommunum, aftur og aftur kavað niður í kassarnar kring landið fyri at pjøssa uppá ringa fíggjarstandin hjá sær sjálvum. Sitandi samgonga, við nøkrum fáum krákumánaðum á baki, er onki undantak. Tað rýkur tjúkk politisk analfabetisma upp úr øllum klókskapinum, og fleiri royndir av slysálopum eru gjørdar, at kava niður í kommunukassarnar fyri at fáa sær mettuna. Eru múrarnir kring kommunurnar ikki stútt og støðugt í seyðahøgum standi, verða hesar skjótt magadrignar av einum støðugt átufrekari útinnandi valdi.

les meir

Omanlop í ríkisfelagspensiónini

16. Des 2015

Latið grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið.

les meir

Løkke: Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk

16. Des 2015

Magni Arge, fólkatingslimur, spurdi í gjár forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, um Danmark vil virka við til, at Føroyar fáa størri sjálvstøðugt vald á uttanríkispolitiska økinum. Løkke svaraði, at tað ber ikki til, tí Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk.

les meir

HETTA ER SANNA SØGAN UM PERLUTRAPPUNA

16. Des 2015

- Tórshavnar kommuna roynir altíð so vítt møguligt at velja føroyska framleiðslu og føroyska tænastu. Tað gjørdu vit eisini í hesum førum, tá vit valdu at gera trappuna í Vágsbotni úr føroyskum gróti og at bíleggja tað frá Føroya Grótvirki í Skopun, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

les meir

FRIÐSÆL JÓLALØTA Í SYÐRADALI

16. Des 2015

Mánakvøldið var jólahald í Syðradali. Tað er vorðið siðvenja, at bóndahjúnini, Anni og Thorvald Lützen, bjóða fólki til Syðradals at fagna adventini og jólunum. Veðrið var av tí besta, kalt og á himlinum leikaði norðlýsið.

les meir

Stjórin á Jarðfeingi fer í starv sum ráðgevi í Heilsu- og innlendismálaráðnum

16. Des 2015

Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur avgjørt, at umsiting av orkumálum verður flutt úr Jarðfeingi til Umhvørvisstovuna. Tá ið nýggja landsstýrið varð skipað vórðu orkumál løgd til landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum at umsita.

les meir

Danski barnamálaráðharrin lovar betri sømdir

15. Des 2015

Danski ráðharrin í barnamálum, Ellen Trane Nørby, sigur í svari til Sjúrð Skaale, at hon er sinnað at arbeiða fyri eini loysn, so føroysk foreldur í Danmark fáa betri sømdir.

les meir

Mobilvideo: Hyggja nærri at heimildarlógini

15. Des 2015

Ein bólkur við embætisfólkum úr Føroyum og Danmark skal hyggja nærri at uttanríkispolitisku heimildarlógini.

les meir