Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Kristiliga Sangkórið jólakonsert í Dómkirkjuni

12. Des 2015

Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Konsertin verður leygarkvøldið 12. desember klokkan 19.30.

les meir

Útgávudagur við Evi Tausen

11. Des 2015

Í dag, fríggjadagin 11. des., kemur nýggja fløgan hjá væl umtóktu Evi Tausen út. Fløgan kallast "Make This Life a Dance" og eru 9 skeringar á.

les meir

Tyrlutænastan í Føroyum í fremstu røð

11. Des 2015

Í gjár helt Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum røðu á móttøku á Vága floghavn í samband við, at Atlantic Airways hevur fingið fyrstu nýggju AW139 tyrluna.

Í røðuni segði landsstýrismaðurin, at Atlantic Airways hevur verið í støðugari menning øll árini, og avrikini tala fyri seg. Nýggju tyrlurnar fara at framtíðartryggja tyrluflúgvingina, og geva møguleikar at taka við nýggjum vinnuligum avbjóðingum, eitt nú innan off-shore, oljuvinnu og ferðavinnu. Tað er týdningarmikið, at vit sum sjófarandi tjóð altíð eru til reiðar við bestu tænastu innan tilbúgving á sjónum. Hesum tryggleika borga nýggju tyrlurnar fyri.

les meir

Gransking í ræsing kann leggja lunnar undir nýggja vinnu

11. Des 2015

Seinnapartin í dag, 10. desember, setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum ráðstevnuna RÆST 2015 í iNOVA.

les meir

Urias má høgga – henda veg ella handa veg!

11. Des 2015

Fyrisiting av ikki-søguligum tilfeingi: Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal má velja ímillum at koma í andsøgn við løgtingsmannin Høgna Hoydal ella at koma í andsøgn við sína egnu fyrisiting

les meir

Endiliga er klaksvíksstríðið lýst!

10. Des 2015

Viðhvørt hendir tað, at onkur setur ein spurning, sum er ringur at svara uppá.

les meir

Fíggjarætlan 2016 fyri Tvøroyrar Kommunu

10. Des 2015

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi hin 09.12.2015 fíggjarætlanina fyri 2016. Seinastu árini eru gjørdar stórar íløgur í havnalagið og í ítróttardepilin við Stórá, og er hetta at fegnast um. Til komandi ár hevur Tvøroyrar býráð valt at raðfesta barnafamiljurnar frammalaga í fíggjarætlanini við at fremja ymisk tiltøk, ið m.a. koma teimum til góðar.

les meir

Ljós sett upp í Kunoyartunlinum

10. Des 2015

ROYNDARVERKÆTLAN: Kunoyartunnilin er ein av teimum síðstu lágferðslutunlunum í landinum, ið nú verður dagførdur við trygdarútgerð. Sum liður í hesum arbeiði hava fólk frá Landsverki í dag sett upp ljós í parti av Kunoyartunlinum. Talan er um eina royndarverkætlan fyri at kanna eftir, hvussu hetta slagið av ljósum roynist í tunlinum.

les meir