Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Omanlop í ríkisfelagspensiónini

Latið grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið.

Mælt verður samgonguni til at lata grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið, tað er eitt beinleiðis álop á rættindi, ið fólkapensjónistar hava, sum part av ríkisveitingini. 

Tað er ásett við lóg nr. 315 av 17. maj 1995, at fólkapensjónin er ein rættur, ið vit hava sum ein útjavning av vælferðini í Ríkinum, fyri at tryggja sosiala javnvág í samfelagnum.

Grundupphæddin er og hevur verið bulurin í pensjónini í meir enn hálva øld, tí er tað undrunarvert, at samgongan við Javnaðarflokkinum á odda, ger seg inn á hesi ríkisrættarligu tryggjaðu rættindi, sum vit hava í Ríkisfelagsskapinum.

At Tjóveldi og Framsókn gera seg inn á hesi rættindi, hevur bara eittans mál, og tað er at avtaka Ríkisfelagsskapin og allar teir ágóðar, vit føroyingar hava í hesum felagsskapi - hetta uttan fyrilit fyri vælferðini hjá verandi og komandi pensjónistum.

Hóast áhaldandi royndir, at fáa eina skilagóða umskipan av pensjónsøkinum, hevur meirlutin valt, at trýsta málið ígjøgnum uttan fyrilit fyri teimum bólkum av pensjónistum, ið verða hart raktir av hesi umlegging.

Um samgongan tvíheldur um at umleggja skattafíggjaðu pensjónina til arbeiðstakara og arbeiðsgevara at gjalda, so er kortini møguligt at varðveita grundupphæddina. 

Tí hevði verið best, at vit øll saman velja samstarv í einum so týðandi málið sum hesum. 

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Kaj Leo Holm Johannesen
Tingmaður fyri Sambandsflokkin