Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FRIÐSÆL JÓLALØTA Í SYÐRADALI

Mánakvøldið var jólahald í Syðradali. Tað er vorðið siðvenja, at bóndahjúnini, Anni og Thorvald Lützen, bjóða fólki til Syðradals at fagna adventini og jólunum. Veðrið var av tí besta, kalt og á himlinum leikaði norðlýsið. 

 Heri Joensen, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, bóru fram røður, og so spældu lærarar frá Tórshavnar Musikkskúla nøkur jólaløg. 

 Jólatræið varð eisini tendrað, og jólamaðurin kom oman í bygdina at geva børnunum jólapakka. Hetta bar alt boð um, at jólahøgtíðin av álvara stundar til. 

 - Eg kann nú sum áður livandi ímynda mær, hvussu hugnaligt og fjálgt tað er at halda jól her í Syðradali, tí henda lítla bygdin er umgird av lívdini, sum høgu fjøllini omanfyri geva. Sum eitt tað minsta millum smáplássini er Syðradalur tó ein livandi bygd í eini tíð, tá ið mong leita sær til stórplássini, tí tað kann vera meira lokkandi at vera partur av býi, heldur enn av bygd. 

 - Tórshavnar kommuna hevur í framtíðarætlanum sínum lagt dent á, at bygdirnar og bygdarlívið verður varðveitt, tí tað er so stórur og týðandi partur av okkara mentan og samleika, ið vit ikki mugu lata fara fyri skeytið. Og tað er mær ein stórur framíhjárættur og stór gleði ferð eftir ferð at sleppa at uppliva henda serliga hugna og samleika, segði Heðin Mortensen.

 Borgarstjórin takkaði at enda vegna Tórshavnar kommunu bóndahjúnunum Anni og Thorvald Lützen við húski fyri at vera so beinasom at leggja hús til hugnaligu løtuna og ikki minst fyri allan blíðskap og tann góða matin, sum tey altíð seta fram.

 Umframt sjálvt jólahaldið hevði bóndin eisini føðingardag.