Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunal kemoterapi

Tað er ikki nýkomið, at landsgeirin hevur lagt brennandi ást á kommunukassarnar. Tað hevur verið lagið í mong ár. Skiftandi landsstýri og landsstýrismenn í fíggjarmálum hava, við sínum “suverena” valdi yvir Løgtingi og verjuleysum kommunum, aftur og aftur kavað niður í kassarnar kring landið fyri at pjøssa uppá ringa fíggjarstandin hjá sær sjálvum. Sitandi samgonga, við nøkrum fáum krákumánaðum á baki, er onki undantak. Tað rýkur tjúkk politisk analfabetisma upp úr øllum klókskapinum, og fleiri royndir av slysálopum eru gjørdar, at kava niður í kommunukassarnar fyri at fáa sær mettuna. Eru múrarnir kring kommunurnar ikki stútt og støðugt í seyðahøgum standi, verða hesar skjótt magadrignar av einum støðugt átufrekari útinnandi valdi. 

Tórbjørn Jacobsen:

Meðan føroyskar kommunur pínast illa í fíggjarliga ódnarveðrinum tær eru komnar í, av út av lagi illa fyrireikaðu útleggingini av eldramálinum, eru serliga tvey av álopunum í einari seinri syftu áhugaverd. Fyrst var ætlanin at bukta partar av skattalættanum til lág- og meðalinntøkurnar niður í kommunukassarnar, men tað eydnaðist í eini kimiligari verjuroynd at steðga glaða gevaranum í royndini at fáa onnur at gjalda fyri sítt góða hjartalag.

Heldur minni hevur verið at hoyrt um tvey lógaruppskot frá Fíggjarmálaráðnum, sum nú liggja í fíggjarnevndini. Annað er løgtingsmál no. 38/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og hitt er løgtingsmál no. 42/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Fyrra uppskotið (38/2015) snýr seg um at steðga vøkstrinum í bundna eftirlønargjaldinum, ella rættari, tað verður standandi á 2%´um í 2016. Upprunaliga ætlingin var, at hetta skuldi hækka við 1% um árið fram til 2029, tá ætlaðu 15%´ini vóru rokkin. Nú verður tað standandi á tveimum prosentum. Hetta ávirkar av góðum grundum fíggjarliga grundarlagið undir kommunala eldraøkinum. Seinra uppskotið (42/2015) snýr seg um at áseta ein nýggjan takst fyri persónar og arbeiðsgevarar, tá tað snýr seg um inngjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Sum tað stendur skrivað í uppskotinum: Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin nú 2,25%.

Í báðum førum verður staðfest, at uppskotini fáa fíggjar- og búskaparligar avleiðingar fyri kommunalar myndugleikar. Hvørjar hesar verða, verður kortini onki sagt um, og tað er kanska tilvitað, fyri ikki at vekja vaktarmenninar, ið standa við liðini kring um kommunalu múrarnar. 

Við vanligari høvuðrokning ber kortini til at gjøtla seg fram til, at hesi bæði uppskotini fara at kosta føroyskum kommunum einar 7-8 milliónir krónur árliga. Eldramálið og øll tey mongu uppskotini hesi seinru árini, ið hava kostað kommununum milliónaupphæddir, eru farin illa við álitinum ímillum partarnar, lands- og kommunala geiran, og tað stendur við og versnar, nú vanvirðingin í landsgeiranum, fyri øllum uttan sær sjálvum, er so trábeitin og framlig, at tað er ikki so frægt longur, at tey spyrja um loyvi, tá tey taka til sín og hóva pening uppúr kommunukassunum uppí landskassan. Tað tykist vera farið av móta, at hoyra nakran um nakað sum helst. Tað er so ymiskt sum høvdini eru skrúvað saman á fólki, í onkrum føri er tað sum sagt soleiðis, at tað rýkur úr høvdinum av klókskapi, og tá er sjálvandi ongin orsøk til at spyrja nakran eftir og til ráðs. Kortini hildu vit okkum liva í einum demokratiskum landi, har brúk var fyri tí syndrinum av viti, sum eisini finst í øðrum knokkum enn bara teimum, sum nú tilvildarliga sita og sprakla á landsrókini.

Hvar í samanrenningini ímillum hesi bæði uppskotini missa føroysku kommunurnar so hesar 7-8 milliónirnar?

Ein partur av fíggingini til útlagda eldraøkið skuldi koma frá eini árligari hækking í bundnu eftirlønini á 1%. Hesum hevur sitandi CEF-samgonga steðgað. Hetta er ein av grundleggjandi faktorunum í omanfyrinevndu fígging, og kemur stígurin í vøkstrinum at kosta kommununum 16,5 milliónir krónur í 2016.

Ætlanin er so, at kommunurnar skulu fáa nakað aftur umvegis løgtingsmál no. 42. Arbeiðsmarknaðareftirlønargjaldið fer úr 1,75% upp í 2,25%. Sum sagt er hetta galdandi bæði fyri arbeiðsgevarar og løntakarar. Roknað verður við, at pensiónistarnir fáa áleið 800 krónur meiri útgoldið um mánaðin, og tað fer eftir øllum sólarmerkjum at geva kommununum 15 milliónir krónur.

Nú er tað einaferð soleiðis, at kommunurnar eru ímillum heilt stóru arbeiðsgevararnar í landinum. Samlaði árligi lønarmassin hjá teimum er omanfyri 1,2 milliardir krónur. Nú AMEG-gjaldið samsvarandi uppskotinum hækkar við ½%´ið, gevur hetta eina kommunala meirútreiðslu á áleið 6 milliónir krónur. Afturat hesum kann nevnast, at kravið um hægri inngjald í Samhaldsfasta hevur tað við sær, at lønarupphæddin sum kemur til skattingar hjá kommununum verður minni (½%).

Samanumtikið eitt landsrán úr kommunala geiranum á umleið 7-8 milliónir krónur. Nú fíggjarnevnd løgtingsins er farin at lúka út úr hurlivasanum og foykja burtur uppskot hjá Fíggjarmálaráðnum, gjørd uppá hvamsvís uttan hoyringar, mega vit bara vóna, at eisini hesi bæði uppskotini fara í makuleringsmaskinuna á Vaglinum, alternativt at tey verða broytt soleiðis, at kommunurnar verða hildnar fíggjarliga skaðaleysar av teimum.

Einaferð segði táverandi sóknarprestur okkara, Jákup Kass, sáli, frá eini vitjan, annaðhvørt á ellisheimi ella sjúkrahúsi, har hann hevði hitt eina eldri konu, sum var illa rakt av krabbameini. Tað fjálgar ikki akkurát um huglagið, tá tað sæst fyri ørvarenda, men hann royndi sum frægast at ugga hana, og tað mundi hjálpa, tí brádliga letur í henni: “Tað sær nú ikki út til, at prestur endiliga líður av teringi.” Teringur var í gomlum døgum brúkt um sjúkur, sum spakuliga tærdu fólk burtur, og Jákup var ein rímiliga førligur og prúður maður. Kom at hugsa um hesa fittu søguna, nú landskassin hevur verið raktur av fíggjarligum krabba í mong ár, og enn sum áður halda tey, ið varða av honum, at kommunukassarnir eru kemoterapiin og heilivágurin, ið kann halda landskassanum á lívi.

Vælsignaðir veri tit, landspolitikarar, fái skil á egnum húsi og kassa, og latið kommunugeiran fáa frið, hann er sum er ivaleysa sperdur av álopunum og skotríðunum úr Kvíggjartúni og oman av Vaglinum.