Mentan
Løgmaður til Hetlands
28. Jan 2017
Løgmaður fer fyrst í komandi viku til Hetlands. Malcolm Bell, hetlendski stjórnarleiðarin, er vertur fyri vitjanini.
les meir
Aslaug Olsen skúlastjóri í Sankta Frans skúla
28. Jan 2017
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Aslaug Olsen í starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla.
les meir
Sáttmáli um gólv á Glasi undirskrivaður
28. Jan 2017
VERKÆTLAN: Hósdagin undirskrivaði Landsverk sáttmála um gólv til Glasir. Talan er um eina arbeiðstøku, ið fer at kosta slakar 8,3 milliónir krónur, og sum svarar til gólvvíddina í umleið 150 sethúsum ella trimum fótbóltsvøllum.
les meir
Nýtt skeið í listterapi fyri teg, sum hevur ella hevur havt krabbamein
28. Jan 2017
Kundi tú hugsað tær at verið partur av lítlum bólki, har tú:
les meir
Broyttar ásetingar í kommunustýrisskipanini
28. Jan 2017
Býráðsmeirilutin mælti herfyri til at stovna eina eldranevnd, ið skal umsita eldraøkið. Tí mátti kommunustýrisskipanin broytast, tí hon ásetur, hvørjar fastar nevndir skulu verða valdar. Nevndin skal varða av heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu
les meir
Við nøkrum so dýrtkeyptum í vágskálini
27. Jan 2017
Ein væleydnað nýskipan av fiskivinnuni krevur grundleggjandi atlit til ta sannroynd at fortreytirnar at virka undir í hesari vinnu eru óvanliga skiftandi — her er alneyðugt at hava standfastar og álítandi vinnupolitiskar karmar.
les meir
HAGVARPIÐ - nýggj tænasta frá Hagstovuni
27. Jan 2017
Hagvarpið er nýggj beinleiðis hagtalstænasta, sum vísir feskastu tølini um føroyska samfelagið. Nýggja tænastan er gjørd til kunningarskíggjar, sum tú kanst fylgja við í, tá tú kemur framvið.
les meir
Mentanarvirðisløn Landsins 2016: verður latin Rúna Brattaberg, operasangara
27. Jan 2017
Síðan aldarskiftið hevur Rúni Brattaberg virkað sum operasangari við operaleikhús kring stóran part av heiminum. Hóast hann lutfalsliga seint í lívinum valdi at halga sær seg operasangin, hevur hann við eyðsýndu evnunum og sterku, sermerktu rødd síni megnað at skapað sær eina undranarverda yrkisleið. Einamest hevur hann sligið sítt navn fast sum einastandandi tulkari av operum Wagners.
les meir
















