
Jim Sonni Guttesen, stjóri í Sp/f Jim S, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, undirskrivaðu í gjár sáttmála gólvarbeiðstøkuna á Glasi
Sáttmáli um gólv á Glasi undirskrivaður
VERKÆTLAN: Hósdagin undirskrivaði Landsverk sáttmála um gólv til Glasir. Talan er um eina arbeiðstøku, ið fer at kosta slakar 8,3 milliónir krónur, og sum svarar til gólvvíddina í umleið 150 sethúsum ella trimum fótbóltsvøllum.
Tað er fyritøkan Sp/f Jim S í Sørvági, ið fer at standa fyri hesi arbeiðstøkuni, sum í høvuðsheitum fevnir um slíping og yvirflatuviðgerð av gólvi til Glasir.
Talan er ivaleyst um størstu gólvarbeiðstøku í Føroyum nakrantíð, umleið 15.000 fermetrar av gólvi, ið ávikavist verða betonslípaði, løgd við vinyl ella polyurethan.
Meginparturin av gólvunum í Glasi fara at minna um tey, sum eru løgd á í terminalinum á flogvøllinum. Millum annað vera tey at síggja í øllum vanligum skúlastovum, í matstovuni og á allari gólvvíddini í runda høvuðsbygninginum.
Samlaði kostnaðurin fyri hesa gólvarbeiðstøkuna, sum tilsamans fevnir um eina gólvvídd svarandi til umleið 150 sethús ella tríggjar fótbóltsvallir, er 8.250.597 krónur.