Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aslaug Olsen skúlastjóri í Sankta Frans skúla

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Aslaug Olsen í starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla.

Aslaug Olsen er 52 ára gomul og tók læraraprógv í 2002. Harumframt hevur hon tikið Merkonom og Diplomútbúgving í leiðslu umframt ymisk skeið í leiðslu og námsfrøði. 

Aslaug Olsen hevur verið skúlaleiðari í Hvalvíkar Skúla í 12 ár umframt at hava verið virkandi skúlastjóri í Stranda Skúla seinasta árið. 

Aslaug tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sankta Frans Skúla tann 1. februar 2017.