
Broyttar ásetingar í kommunustýrisskipanini
Býráðsmeirilutin mælti herfyri til at stovna eina eldranevnd, ið skal umsita eldraøkið. Tí mátti kommunustýrisskipanin broytast, tí hon ásetur, hvørjar fastar nevndir skulu verða valdar. Nevndin skal varða av heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu
Tá ið talið á nevndum hækkar úr 6 upp í 7 ávirkar hetta samsýningina til nevndarformenninar, og tískil var eisini neyðugt at broyta kommunustýrisskipanina viðvíkjandi teirri áseting, ið snýr seg um samsýning til nevndarformenn.
Undanfarna býráð broytti hesa skipan, soleiðis, at 1. og 2. varaborgarstjóri vórðu javnsettir viðvíkjandi samsýning á tann hátt, at teir fingu 5 prosent av borgarstjóralønini í part.
Núverandi samgonga hevur nú valt at fara aftur til ta skipan, sum var galdandi frammanundan at undanfarna býráð broytti skipanina. 10% í løn til varaborgarstjóran verður mett rætt og rímiligt í mun til arbeiðsbyrðu og ábyrgd, og samsýningarnar samsvara eisini ásetingunum í kommunustýrislógini.
Starvsfólkaíbúðir byggjast til 40 fólk
NCC søkti herfyri kommununa um loyvi at leiga eitt øki við Velbastaðvegin til starvsfólkabústaðir til tey starvsfólk, sum koma at arbeiða hjá felagnum í sambandi við gerð av tunlum til Eysturoynna og Sandoynna. Felagið ynskti eina staðseting nøkurlunda miðskeiðis millum tunlarnar.
Økið er um tveytúsund fermetrar og gjørd verður ein 8 ára leigu- og brúksavtala. Sambært ásetingunum fyri økið ber til at byggja hús til smá vinnuvirki, verkstaðir og tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi, umframt bústað til eigara ella fyristøðufólk virkisins.
Bygging av starvsfólkaíbúðum sum hesum er at rokna sum tænastuvirksemi í sambandi við entreprenørvirksemi, og her er talan um eina fyribilsloysn. Tí verður ikki mett, at talan er um frávik í mun til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini.
Ein meiriluti í fíggjarnevndini tók undir við at gera avtalu við NCC og í kvøld samtykti býráðið ætlanina. Sum sæst á myndini er talan um rættiliga snotiligar bústaðareindir, sum eru einfaldar bæði at seta upp og taka burtur aftur.