Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

 

Gangi ½ maraton 2016

16. Nov 2015

Vælkomin til Tórshavn Marathon 2016. Í ár renna vit fyri 14. ferð Tórshavn marathon og eru aftur í miðbýnum, ella rættari sagt Vaglinum. Startur og mál er á Vaglinum. Rutan er tann sama sum í 2015. Í 2016 verður aftur møguligt at ganga ½ maraton. Hetta verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið. Tey sum ganga, fara somu leið sum rennarir fara, men ganga ikki fyrsta rundteinin inni í Havnini. Tey ganga fram við Strond og so beinleiðis eftir Hvítanesvegnum og inn móti Kaldbaksbotni. Tey venda við elverkið á Sundi og somu leið heimaftur. Kostnaðurin er 250 kr og av teimum fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið.