Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Videoavhoyring verjir børn og ung

Børn og ung, sum hava verið fyri ella verið vitni til eitt álvarligt brotsverk, eru í serliga viðkvæmari støðu. Tá ið tey skulu geva frágreiðing í rættarskipanini, eiga tey tí at verða viðfarin so varliga sum gjørligt og við virðing fyri rættartrygdini hjá ákærda og møguleikanum hjá dómstólinum at meta um prógvini og taka rætta avgerð.

Tað vísti løgmaður millum annað á undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um videoavhoyring av børnum og ungum í revsimálum í Løgtinginum seinnapartin. Í uppskotinum verður mælt til at hækka aldursmarkið fyri videoavhoyring úr 12 árum til 15 ár.

-Tað eru tíverri fleiri dømi um børn, ið eru sálarliga illa farin, tá ið tey verða avhoyrd í eymum málum um siðamisbrot, blóðskemd ella harðskap, framdur í familjuni. Kanningar vísa eisini, at rættarskipanin ikki er serliga væl egnað til álvarsom revsimál, har børn eru partur. Ein videoavhoyring verjir hesi børn og ung betri, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitir rættargangslógina.

Videoavhoyring av børnum merkir, at tann frágreiðingin, sum barnið gevur løgregluni, verður tikin upp á video. Síðani verður upptøkan víst í rættinum undir einum revsimáli í staðin fyri, at barnið skal geva frágreiðing í rættinum sum vitni. Tað eru serliga útbúgvin løgreglufólk, sum standa fyri avhoyringini av børnum. Tað ber til at hoyra og síggja avhoyringina í einum øðrum rúmi umvegis monitor (monitorrúmið). Avhoyringin fer fram í Barnahúsinum.

Lesið uppskotið um videoavhoyring av børnum og ungum í revsimálum her:  http://www.logting.fo/files/casestate/15589/013.15%20U.t.r.%20um%20log%20um%20br.%20i%20raettargangsl.%20f.%20F.%20-Videoavhoyring%20av%20bornum%20og%20ungum%20i%20revsimalum.pdf