Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pidda-gølan spøkti aftur

Ákæruvaldið slær stórt upp í Einglapressuni, at ein maður er dømdur treytaðan dóm fyri at hava gjørt vitni ónaðir. Tá Oyggjatíðindi í móti sínum vilja er blandað upp í, uttan at vera partur av málinum, vita vit sostatt eisini meira enn tey flestu um bakgrundina fyri hesum revsimálinum, sum fyrst og fremst botnar í, at forða sjónarmiðum, sum stiðja uppundir, at Pidda-málið má koyra umaftur.

Tann dømdi deildi alt vanligt samskifti við myndugleikar, ákæruvald, dómara, løgreglu, verja og onnur áhugaði. Eisini Oyggjatíðindir, og helst aðrar miðlar eisini, skilst, men brúk var fyri, at byggja upp eina sak, sum skuldi skapa forvirring, og tí var nógv ymiskt tilfar savnað saman at brúka í móti manninum.

Men her hevur tað eydnast ákæruvaldinum, at nýta støður, sum milt sagt kunnu sigast at vera óhepnar fyri hetta revsimál, sum førdi til, at ein kroati, varð dømdur 14 ára fongsul fyri at hava dripið Pidda.

Ein av hesum støðunum var, at tann dømdi hevði tikið myndir í rættinum, og váttaði seg eisini at hava bandfest á rættarfundum, sum ikki er loyvt uttan góðkenning.

Tá maðurin hevði sent myndirnar til Oyggjatíðindi, var tað ein roynd at sósa blaðið inn í eina støðu, sum blaðið als ikki kundi forða fyri, men blaðstjórin vísti eisini aftur, at tað skuldi vera avtalað millum tann nú dømda og blaðið, at hesar myndir skuldu brúkast.

Hetta er ákærin endurgivin fyri, á in.fo: “Maðurin hevði eisini sent myndirnar til ein miðil í høvuðsstaðnum, og ákærin metti, at ætlanin var heilt víst, at miðilin skuldi almannakunngera myndirnar”.

Við hesum vildi ákærin blanda Oyggjatíðindi uppí eina ætlan, sum Dan Klein, blaðstjóri, staðiliga hevði víst aftur, bæði skrivliga, og undir vitnifrágreiðingum á politistøðini, og eisini var alt hetta víst aftur í rættinum.

Tað er ikki loyvt at taka myndir inni í “Føroya rætti”, men tað, sum tey fægstu ikki hava fingið við er, at tað er eins revsivert, at taka myndir av fólki, sum fara inn ella út úr rættinum, uttan at hesi frammanundan hava givið loyvi til tess.

Fleiri privatir miðlar, men eisini KvF, hevði myndir av kroatanum, tá hann var á veg í rættin, ella hann var ávegis úr rættinum. Hetta var ikki loyvt, men ákæruvaldið valdi eina annarleiðis loysn enn at reisa ákæru fyri hesi lógarbrot. Ákæruvaldið gav hesum miðlum eina átalu, og so var tann potturin úti.

Samanbera vit støðurnar, so vóru myndirnar, tann dømdi maðurin tók, ongantíð brúktar, og tað stendur sjálvandi eftir, sum eitt paradoks, tá aðrar myndir vóru brúktar uttan at ákæra varð reist.

Men endamálið var ikki annað hjá ákæruvaldinum enn at leggja royk útyvir mannagongdina av Pidda-gøluni, og er tann støðan til at skilja, men her eru ikki tikin saklig atlit.

Sum vitni, bleiv Dan Klein, blaðstjóri, spurdur um ymiskt, og hann segði m.a., at hann og tann dømdi vóru samdir um, at blaðið fekk avgerandi upplýsingar, sum lýstir vóru í rættarmálinum.

M.a. førdi blaðstjórin fram í rættinum, at hann helt tað vera sera løgið, at Einglapressan við KvF á odda, spákaðu út úr rættarhølunum, tá ákæruvaldið legði teknisku prógvuni fram fyri nevningunum í rættinum, meðan tann dømdi, sum hevði avtalu við blaðið um at endurgeva sjónarmiðini hjá ákæruvaldinum, sat einsamallur undir hvørjum orði, sum blaðið so kundi endurgeva frá.

Aðrastaðir í blaðnum hava vit greinar, sum lýsa støðuna, men umráðandi var at fáa fakta um støðuna, og serliga um tey teknisku prógvini.

Blaðið gjørdi nógv burturúr, at lýsa bilin, sum ákæruvaldið segði, varð brúktur at koyra líkið av Pidda við.

Í blaðnum varð víst til teknisku prógvuni, sum vístu, at líkið av Pidda var lagt tvørturum millum dúrkið og baksetrið aftan. Við síðuna av føraranum av bilinum var blóð allastaðnar, á setrinum, í dúrkinum, panelinum framman, og blóð var allastaðnar upp eftir hurðini innan, handtøkum o.a.

Og høgrumegin gearstongina við síðuna av føraranum, var blóð, sum eisini var komið á handbremsuna høgrumegin, men tá so farið var yvirum føraramegin, var myndin ein heilt onnur.

Hetta  bendi á, at tað var meira enn bara tann eini persónurin í bilinum, sum brúktur var at koyra líkið av Pidda.

Í sakini í móti hesum nú dømda, varð hendan frágreiðingin hjá blaðstjóranum strikað úr rættarprotokolluni. Í staðin fyri vóru endurgevingar av øðrum, minni prinsipiellum slagi, men sum vit ganga út frá, at ákæruvaldið legði herðslu á av øðrum orsøkum.

Onnur viðurskiftir, sum blaðstjórin metti vera av prinsipiellum slag, vóru heldur ikki tikin við.

Lesið eisini grein um avhoyring av inhabilum politisti.