
SKOYTIBREYTIN LETUR UPP 28. NOVEMBER 2015
So er stund at gleða seg, tí skoytingin nærkast í hvørjum. Eins og undanfarin ár verður aftur í ár møguligt at royna seg á skoytum í Tórshavn.
Í vikuni varð farið undir at seta skoytubreytina upp í garðinum hjá fyrrverandi kommunuskúlanum í Tróndargøtu, har breytin eisini stóð í fjør.
Í fjør vóru umleið 10.000 vitjandi. Ætlandi verður skoytubreytin opin til og við 31. Januar 2016.
Meira verður at frætta um skránna seinni.
Sí nærri kunning HER: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1033