
Liðini hjá Egil Sondum og Boga Simonsen liggja á odda í FM í bridge
Nú tvey umført eru eftir í innleiðandi kappingini um FM fyri lið, er rættuliga javnt um tey seinastu tvey plássini til finaluumfarið.
Í vikuskiftinum vóru tríggir dystir og myndin í oddinum er klárnað nakað. Fýra lið skulu spæla finaluumfarið.
Liðini hjá Egil Sondum (Jóannes Mouritsen, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen) og Boga Simonsen (Árant Berjastein, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord) liggja rættuliga væl fyri.
Seinsta vikuskiftið í innleiðandi kappingini eru 40 stig at spæla um, so enn kann úrslitið broytast í oddinum.
Størsta hálið hetta vikuskiftið gjørdi liðið hjá Robert Langgaard.
Hinvegin hava úrslitiini hjá liðnum hjá Dánjal Paula Mohr helst gjørt fleiri bilsin, tí á liðnum eru landsliðsspælarar og verandi føroysmeistarar í par.
Seinastu umførini í innleiðandi kappingini verða spæld 20. februar 2016.
Støðan: