Nakrar søguligar rættleiðingar (fyrsti partur)
29. Apr 2019
10. mai eru liðin 20 ár síðani eg varð settur í starv sum skrivari hjá Sambandsflokkinum. Tað var meðan Føroyar vóru mitt í einum "fullveldisrúsi", og sigast má, at tá var ikki akkurát hægsti móti at vera sambandsmaður. Tó havi eg altíð følt meg sera væl í Sambandsflokkinum, tí flokkurin hevur eina stolta søgu, hóast nógv verður gjørt, fyri at dálka hesa søguna.