Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til borgarstjóran í Havn

Tann 13 mars spurdi eg um eina váttan fyri, at víðarisøla av matr. Nr. 135AP í Hoyvík IKKI var samtykt av Tórshavnar býráðí í tíðarskeiðnum 6/12-2014-2/3-2015.

Eg bíði framvegis eftir svari.
Málið er umrøtt í fíggjarnevndini 6 desember 2014. Men tað sæst, í skjølum, eg havi fingið innlit í, at tað ongantíð er viðgjørt av kommunustýrinum.  Harumframt er sambært kommunala eftilitinum galdandi, at tað kann verða samtykt, hóast tað ikki stendur í fundarbókini. Tí havi eg brúk fyri einari váttan um, at loyvi at selja matr. Nr. 135AP IKKI er samtykt í nevnda tíðarskeiði.

Hóast manglandi kommunustýrissamtykt, undirskriva borgarstjóri og kommunustóri 2. mars 2015 bræv til tinglýsingina og vátta vegna Tórshavnar kommunu, at stykki kann seljast og tinglýsast við vinningi.
Síðan koma vit til matr. Nr. 135AN í Hoyvík. Har hevur onkur í kommununi, upplýst FYRI Øssur Winterheig og fyrrverðandi eigaranum, at slíkar sølur eru hendar fleiri ferðir áður. Tað er ikki í samsvar við skjølini, sjálvt um matr. Nr. 135AP verður talt við.

Tað skjølini vísa er, at Matr. Nr. 135AN er fyrsta óbygda grundøkið, sum kommunan samtykti at selja við serligum treytum.

Innlitið eg fekk, aftaná at Øssur og fyrrverðandi eigarin upplýstu Føroya fólki, annað enn tað sum stendur í skjølunum, vísur, at tað er hent áður, at stykki við ábygdari grund, er selt við speciellum grundgevingum frá eigaranum. Men ongin hevur áður fingið loyvi frá Tórshavnar Kommunu at selja óbygt grundøki við vinningi.

Stykki við ábygdum grundum og garði eru seldar eftir meting. Hesi mál síggjast ikki í málinum um matr. Nr. 135AP & 135AN í Hoyvík og tað er ivaleyst tí tey ikki eru sambærilig. Men tá Løgtingsins-umboðsmaður fær ymiskt svar, bara hann spyr fleiri ferðir, so má eg sjálvandi rokna við tí sama.

Tað tykist mær undarligt, at tit ikki hava tíð at svara. Nú kærdi eg skeivu upplýsingarnar í sendingini hjá Øssur til KVF, sum svarar. Eg havi ikki lisið svarið, tí eg mangli tykkara svar. Eg skal so senda víðari til fjølmiðla-kærunevndina. Men tá eg ongar upplýsingar fái frá Tórshavnar kommunu, so kann eg ikki kæra har. Tað er 30 dagar freist og hon er helst farin.

Men onkutíð arbeiða tit skjótt. Eg bað um innlit í rokning.  Har hendi tað stuttliga, at ÁÐRENN eg sá nakað innlit, bleiv eg uppringdur og onkur helt, at eg ikki skuldi gera nakað við málið. So onkuntíð gongur tað skjótt. Helst skjótari enn gott er.

MEN EG MANGLI FRAMVEGIS SVAR UPPÁ MATRIKUL NUMMAR 135AP Í HOYVIK. OG EG VIL HELDUR IKKI HAVA HITT SVARIÐ UMAFTUR UM AT FÍGGJARNEVNDIN KANN SAMTYKKJA. EG HAVI FYRR FINGIÐ AT VITA, AT TAÐ IKKI VAR TÓRSHAVNAR KOMMUNA SUM SELDI, MEN TVEIR PRIVATIR PERSÓNAR, SO TAÐ ER HELDUR IKKI NEYÐUGT AT SIGA MÆR TAÐ ENN EINAFERÐ.

Umboðsmanninum lurtar kommunan heldur ikki eftir. Umboðsmaðurin sigur at kommunan hevur eina frágreiðing i dag og aðra í morgin. Fagfelagsleiðarar tykjast samdir við umboðsmannin.
Keðiligt, at sitandi borgarstjóri, sum absolutt ongan lut eigur í óskilinum, ikki ruddar upp. Næsta ár, um ikki longu í ár, fær sitandi borgarstjóri ábyrgdina fyri tað óskil sum nú er. 

Tað eftir mínari meining mest óhepna er, at tá hetta valskeiðið er runnið eru allir politiskir flokkar blandaðir uppí óskilið og tá ber ikki til at rudda upp. 

Býráðslimir fáa góða løn, og áttu at mett tað sum sína skyldu, at hava ordan í tingunum. Tað er ikki óhugsandi, at lønin er hægri enn gott er.

Eivind Jacobsen
Journalistur á R7

P.S. Býráðslimir eru óalmindiliga væl løntir.
Lønir og samsýningar til býráðslimir 2017 vóru tilsamans 2.675.210
 
ANNFINN BREKKSTEIN 154.869
BERGUN KASS 301.385
BJØRGHILD DJURHUUS 196.168
BOGI ANDREASEN 273.917
GUNVØR BALLE 261.011
HALLA SAMUELSEN 176.413
HEÐIN MORTENSEN 165.913
HELENA DAM Á NEYSTABØ 182.218
JÁKUP DAM 289.588
JÓGVAN ARGE 4.896
KAJ LEO HOLM JOHANNESEN 562
MARIN KATRINA RAGNARSDÓTTIR FRÝDAL 230.091
SJÚRÐUR OLSEN 1.482
SÚSANNA OLSEN 11.802
TRÓNDUR SIGURÐSSON 170.539
TURIÐ HORN 254.356

P.S. 2   13 mars kl. 8:51 PM sendi eg hendan teldupost, sum eg ikki síggi verða svaraðan.
 
Síðan vil eg spyrja, um Tórshavnar kommuna hevur samtykt á býráðsfundi í tíðarskeiðinum 6 desember 2014 til apríl 2015 at geva loyvið til at víðariselja matr. nr. 135ap í Hoyvík.