Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FORMAÐURIN Í UNGA SJÁLVSTÝRI STILLAR UPP

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at formaðurin í Unga Sjálvstýri, Heri Danielsen, stillar upp til komandi Løgtingsval. Heri er 20 ára gamal, kemur av Toftum og starvast sum málari.

 - Vit eru sera fegin um tað arbeiðið í Heri hevur staðið á odda fyri síðani hann gjørdist formaður í Unga Sjálvstýri - tískil fegnast vit eisini almikið um, at Heri hevur tikið avgerð um at stilla upp. At hava ein ungan mann við sterkum hugsjónum og greiðum málum er gott fyri flokkin, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

 Heri sigur sjálvur, at eitt av hansara hjartamálum er at endurskoða og dagføra fólkaskúlaskipanina.

- Fólkaskúlin passar hvørki til tíðina ella samfelagið vit hava í dag. Tað eru alt ov nógvir næmingar, ið onkursvegna ikki passa inn í tær rammur, sum fólkaskúlin setur. Vit eiga at verða meira nýhugsandi og gera fólkaskúlan soleiðis, at hann passar til allan tann føroyska ungdómin.

Heri heldur, at tær íløgur, ið politiska skipanin gjøgnum seinastu árini hevur gjørt í ungdómin, bera brá av manglandi tilvitan um tann tørv ið ungdómurin hevur.

- Vit mugu fáa bilbugt við bústaðartrupulleikan. Nógv verður tosað, og meðan tað almenna byggir flottar luksusíbúðir, er tørvurin hjá vanliga ungdóminum ein heilt annar. Her skal byggjast bíligari og tíðarhóskandi íbúðir. Her er ikki tørvur á luksusíbúðum. Vit skulu geva okkum ungu møguleikar at seta føtur undir egið borð, sigur Heri at enda.

Harumframt vil Heri broyta hugburðin í føroyskum politikki.

- Einasti mátin vit kunnu tryggja veruliga varandi loysnir, sum røkka longri enn eitt valskeið, er um vit koma burtur frá einum hugburði, har politikkarar betri dáma at tosa um hvat hvør annar ger, heldur enn at tosa um hvat ein sjálvur vil.

 - Tað ber ikki til, at meiningar og hugsanir hjá vanliga føroyinginum vera doyvdar burtur ið einum politiskum landslagið, ið er dominera av taktiskum spæli og politiskari vanahugsan, sigur Heri at enda.