Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEV, ogn alra føroyinga

El-veitingartrygdin til allar føroyingar, er best vard í einum interkommunalum felagskapi, hvørs endamál er støðugt at finna nýggjar loysnir og við yvirskotinum av elsøluni, at gera skilagóðar íløgur ið menna, endurnýggja og framtíðartryggja okkara streymveiting á skilabesta hátt og við einari grønari framtíð fyri eyga.
 
Tey settu málini um einar grønari Føroyar verða best rokkin við tí leisti, ið nú er lagdur, og eigur hesin leistur at verða tikin í størsta álvara av politisku skipanini fyrst, og síðani av øllum føroyafólki.
 
Við SEV á odda, kunnu vit, sum føroyingar, stoltir slóða fyri einari grønari framtíð, og hevur hetta vakt stóran ans uttanfyri landoddarnar eisini. Í 2017 var eg staddur í Keypmannahavn, og fekk høvi til at vitja Climate planet á Ráðhúsplássinum, har m.a. umboð frá SEV greiddu frá visión 2030. Hetta vakti stóran og jaligan ans, og var eg ikki sørt stoltur av at vera føroyingur til hetta tiltakið eisini.
Á heimasíðuni hjá SEV stendur soleiðis skrivað um SEV:
 
“ SEV er fólksins ogn
Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga.
 
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.
 
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervisábyrgdina í Føroyum.
 
Føroyar eru avbyrgt oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa streym frá grannalondunum. Veitingarskyldan og kervisábyrgdin bera tískil við sær, at SEV 24 tímar um samdøgrið hevur ábyrgdina av at hava nóg mikið av tøkum mátti, so skipanin virkar til fulnar og kann lofta tekniskum brekum og framleiðslueindum, sum av einihvørjari orsøk steðga.”
 
SEV eigur at verða skipað og varveitt júst sum tað er nú, og eigur á ongan hátt at verða privatiserað, og harvið skifta endamál til at gerðast eitt privat áhugamál hjá nøkrum fáum aktørum, við egnum vinningi fyri eyga.
 
Vit føroyingar hava øll goldið fyri tær stóru íløgurnar, ið eru gjørdar í føroyska el-netið, og eiga hesar stóru íløgur ikki at vera givnar sum eitt vinnutól til privata vinnu.
 
Vit hava eina stóra og týdningarmikla framleiðsluvinnu, ið dagliga er tengd at støðugari streymveiting, tað vil verða rein “gambling” at loyva privatum aktørum at umsita hesa veiting.

Vit vita at privata vinnan er tengd av fíggjarligu sveiggjunum í einum samfelag, og um tað skuldi hent í einari evt. framtíðar privatari el-veitingar vinnu, at eitt elveitingarfelag kom sær í óføri, hvør skuldi tá tikið um endan og tryggja el veiting? Avleiðingarnar vildu verið katastrofalar.
 
SEV og elveitingartrygdin hevur havt tað gott hjá føroysku kommununum, og skal framhaldandi hava tað gott, sum ogn alra føroyinga í ognarskapi hjá kommunum okkara. Í verandi skipan er brúkarin best tryggjaður viðv. bæði prísi og veitingartrygd, og vil eg verða við til at tryggja, at hetta framhaldandi verður so, um tit vilja standa saman við mær og Sjálvstýri til komandi løgtingsval.

Terje B. Vestergaard
Valevni fyri Sjálvstýri