Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fyrilestur um sorg

Almennur fyrilestur um sorg verður mánadagin 6. mai kl. 19.00 í Auluni í Finsen í Havn

Kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalisturin og P1 verturin, Esben Kjær, fer at halda fyrilesturin "Sorgen er en kraft".

Esben misti sonin hjá sær av krabbameini fyri sjey árum síðan. Hann hevur arbeitt nógv við evninum sorg. Hann hevur gjørt sjónvarpssendingar, givið út bók, hildið fyrilestrar, luttikið í almenna kjakinum um sorg og um sorg skal staðfestast sum ein sálarsjúka.

Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin. Fyrilesturin verður í Auluni í Finsen í Havn, og av tí at har er avmarkað pláss, mást tú boða frá, ætlar tú tær til fyrilesturin.

Boða frá á kmf@krabbamein.fo ella ring á telefon 317959.

Øll eru vælkomin.