Røða: Menn og dreingir mugu gerast meira virknir í javnstøðukjakinum
13. Jun 2019
Tað hevur stóran týdning, at bæði menn og dreingir gerast meira virknir í javnstøðukjakinum. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað, tá ið hann seinnapartin setti útnorðurráðstevnu um javnstøðu.