Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bogi Jacobsen heldur fram sum formaður Føroya Arbeiðsgevarafelags

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund.
 
Mánadagin 3. juni, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín.
 
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Atli Gregersen, Bogi Jacobsen og Odd Eliasen. Bogi Jacobsen og Odd Eliasen vórðu afturvaldir, meðan Atli Gregersen ikki tók við afturvali. Í hansara stað varð Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, vald. Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt Bogi Jacobsen,  Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Árni Ellefsen og Jóhanna á Bergi. Nevndin hevur skipað seg við Boga Jacobsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.
 
Á aðalfundinum legði Bogi Jacobsen fram ársfrágreiðing felagsins. Umframt at kunna um gongdina í ymsu vinnugreinunum setur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing síni hesuferð serliga ljós á
 
at føroyski arbeiðsmarknaðurin er undir trýsti,
at tørvur er á eini dagføring av vinnupolitikkinum,
eina støðuga almenna ávirkan á føroyska búskapin.
 
Samlaða ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag sæst her.