Fyrstu bachelorarnir í Búskaparfrøði og Virkisfrøði lidnir
07. Jun 2019
Sjey bachelor-lesandi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hava í dag, tann 4. juni, vart sínar bachelor-ritgerðir. Harvið eru tey fyrstu lesandi á nýggju útbúgvingini í Búskaparfrøði og Virkisfrøði á Setrinum liðug við sín lestur.