Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin var offur í pressustrategi hjá Sjúrða Skaale

Heðin Mortensen hevur sett løgmanni fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini um, hvørt løgmaður kann upplýsa, hvørji stig hann ætlar sær at taka at fáa fram í ljósið, hvat ið hendi, tá táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg hin 16. februar í 2000 í kæru til løgtingsins formansskap setti fram falskar ákærur móti honum um at leka upplýsingar um skjøl í fullveldismálinum til Dimmalætting, ið vóru stemplað í trúnaði. 

Tíðindaskriv: 

Hóast undirritaði staðiliga gjøgnum advokat mín gjørdi vart við, at eg ikki hevði likið út hesar upplýsingar, men bert í høvuðsheitum sakliga endurgivið tað, sum almenningurin frammanundan var kunnaður um, so slapp eg ongantíð formliga at verja sjónarmið míni; men ákærurnar vórðu heldur ongantíð tiknar aftur.

Táverandi løgtingsformaður, Finnbogi Ísakson, tók málið upp sum eina almenna áminning á tingfólk um at virða trúnaðarskylduna og um avleiðingarnar av at bróta hana, og legði annars aftur til løgmans at gera av, hvørt ítøkiliga málið skuldi meldast til løgregluna. Løgmaður gjørdi ikki meira við málið, og tískil hava ákærurnar móti mær staðið opnar líka til nú Sjúrður Skaale, ið var spunasmiður hjá fullveldissamgonguni í 2000, í bók síni “2000 – tá Føroyar skuldu loysa” viðger málið, sum eftirfylgjandi eisini er viðgjørt í miðlunum. 

Sjúrður Skaale skrivar m.a., at hann fyri at tálma innlendis mótstøðuna móti fullveldisætlanini var biðin um at leggja eina strategi mótvegis pressuni til rættis. Partur av strategiini var m.a., at hann hin 27. januar 2000 skuldi leka sáttmálaritið, sum landsstýrið hevði gjørt at leggja fyri donsku stjórnina, til Dimmalætting.  

Avleiðingarnar av at bróta tagnarskylduna sambært grein 152 í revsilógini eru álvarsligar, og eg kendi meg tí at vera í ein sera álvarsligari støðu av ákærunum hjá táverandi løgmanni. Hóast eg varð ákærdur, vóru eingi prógv nakrantíð løgd fram, men málið varð heldur ongantíð formliga endað, hvat ákærunum móti mær viðvíkja.

Eg kann nú staðfesta, at eg eri blivin brúktur í einum politiskum spæli, at eg havi verið misbrúktur í propagandastríðnum hjá táverandi landsstýri. Eg kann eisini staðfesta, at eg, uttan at vita av tí, tykist at hava verið brúktur í eini taktiskari villeiðing av Føroya løgtingi. 

Orsøkin til at eg reisi málið nú er, at vit ikki fyrr enn nú byrja at hóma sannleikan um hetta mál.

Eg meti, at talan er um eitt serstakliga prinsipielt mál: Eg haldi ikki, at nakað landsstýri óátalað eigur at sleppa at misbrúka samband sítt við løgtingið á hendan hátt, og óátalað eigur at sleppa at villeiða løgtingið og seta fram álvarsligar, falskar ákærur móti løgtingslimi í sambandi við, at hesin virkar í tænastu løgtingsins, við tí fyri eyga at teppa atfinningarsamar andstøðurøddir ella hunddálka trúvirði løgtingsmanna. Eisini tí havi eg í dag sett løgmanni hendan fyrispurning.

Tórshavn hin 9. mars 2017

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður

----------------------

Sjúrður Skaale vann annan fólkatingssessin aftur, men uppgerðin við lygnina, sum Sjúrður Skaale, segði seg hava framt, fekk Heðin Mortensen, ongantíð nakað svar uppá. Og framvegis liggur Heðin Mortensen, sum javnaðarflokkurin hevur reitt honum ból til.

Heðin var misbrúktur av Sjúrði Skaale fyri at tálma mótstøðuni í móti fullveldissamgonguni, við at leka trúnaðarskjøl ...

Enn er ongin avkláring, og meðan øll bíða, gerst Heðin veikari og veikari, og flokkurin kann ganga eina "grumma" framtíð á møti á løgtingsvalinum komandi.