Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Greið lógarheimild var fyri at innsavna upplýsingarnar til gerð av hagtølum

11. Aug 2014

Álit viðvíkjandi klagu um innlit í upplýsingar útvegaðir til gerð av hagtølum

les meir

Sterkari samband við Japan

10. Aug 2014

Annika Olsen, varaløgmaður, hevði fríggjadagin fund við Tadahiko Ito, ið er japanskur vararáðharri í innlendis- og samskiftismálum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt umboð á stjórnarstigi úr Japan vitjar Føroyar.

les meir

Havfrúgvin 90 ár

09. Aug 2014

Tórbjørn Jacobsen: Landskendi havsvimjarin í Vestmanna, Maria Hummeland á Heygum, vanliga rópt Mia, fer um níti ára hvarvið í vikuskiftinum. Rættari sunnudagin. Hon var borin í heim hin 10. august 1924. Yngsta dóttir teirra, Háldan Haldansen úr Vestmanna og Mariu H. Haldansen, fødd Hummeland, ið var slektað úr Stavanger í Noreg. Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Onkursvegna tykist Mia vera ein andsøgn til hesa bíbilsku proklamatiónina, tí tað kennist sum bítur tíð og aldur ikki á henni, nú hon er farin 10 ár um vanligan kempualdur. Hóast dramatisku byrjanina í lívinum, mamman doyði tá hon bert var 10 dagar gomul, so hevur hon umframt íbornu sjálvsmegina, likamliga og sálarliga, gjørt tey røttu valini, ið hava flutt hana fram ígjøgnum tíðina sum eitt at kalla tíðarleyst fenomen.

les meir

Flúgva til Reykjavíkar í heyst

08. Aug 2014

Atlantic Airways hevur nú fingið loyvi at flúgva til Reykjavíkar við Airbus 319. Felagið fer tí at flúgva til flogvøllin í Reykjavík frá 8. september til hálvan oktober í ár. Í vetrarhálvuni verður flogið til flogvøllin í Keflavík, ið er best hóskandi um veturin við Airbus 319 flogførum

les meir

Sjóseyðamenn

08. Aug 2014

I summar hava vit havt løgna vitjan í Føroyum. Fólk í svørtum eyðkennisbúnum hava válað um landið, og tey siga seg vera seyðamenn, men løgnir eru teir seyðir, teir skulu hugla, tí tað eru sjóseyðir.

les meir

Føroyafobi og politiskir konubukarar

07. Aug 2014

Vit hava eina samgongu, sum tilvitað hevur niðurlagað teir stovnar og skipanir, sum minna um føroyska tjóðarbygging

les meir

Langir fingrar á kommunukassatromini

06. Aug 2014

“If man were angels, no government would be necessary”. Í ólavsvøkurøðuni hevur løgmaður tikið hesi orðini hjá James Madison til sín. Kanska vil Kaj Leo við hesi endurgevingini siga sínum teknum, at teir, fólkið altso, eru ikki Guðs bestu børn, tí eru áneyðirnar stórar fyri, at landið hevur ein stýrandi myndugleika, at útvaldir einglar sum hann og onnur stjórna okkum, sum ikki teljast ímillum hesi reinføru bíbilsku fyribrigdini...

les meir

Kommunurnar vilja fegnar lata lágløntum skattalætta

06. Aug 2014

Í sambandi við umrøðuna av løgmansrøðuni í løgtinginum seinastu tveir dagarnar, hevur løgmaður, og fleiri tingfólk við honum, róð framundir, at tað eru kommunurnar, sum skulu geva teimum lágløntu skattalætta. Men veruleikin er, at sama løgting als einki hevur gjørt fyri at skapa kommununum møguleikar fyri at geva skattalætta, heldur tvørtur ímóti.

les meir