Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sterkari samband við Japan

Annika Olsen, varaløgmaður, hevði fríggjadagin fund við Tadahiko Ito, ið er japanskur vararáðharri í innlendis- og samskiftismálum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt umboð á stjórnarstigi úr Japan vitjar Føroyar.

Japanski vararáðharrin hevði eitt greitt ynski um at økja um sambandið og samstarvið landanna millum, og japanska stjórnin sær vitjanina sum eitt fyrsta stig í hesi tilgongd.

“Japan er ein ómetaliga spennandi marknaður, og vit eru fegin um, at japanska stjórnin ynskir nærri samstarv við Føroyar”, sigur Annika Olsen, sum á fundinum brúkti høvi at gera vart við, at Føroyar vilja styrkja samhandilin við Japan.

“Tað er einki dulsmál, at vit ynskja ein fríhandilssáttmála við Japan, hóast vit eru fullgreið yvir, at tað krevur bæði tíð og arbeiðsorku at fáa ein sáttmála í lag” sigur Annika Olsen, varaløgmaður.

Á fundinum vísti japanski vararáðharrin á, at japanar hava áhuga fyri føroyskari vitan og royndum, eisini øðrum økjum enn fiskivinnu. Serliga var Tadahiko Ito hugtikin av føroyskum byggihátti og býarskipan, og tess týdningi fyri trivnaðin í samfelagnum.