Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flúgva til Reykjavíkar í heyst

Atlantic Airways hevur nú fingið loyvi at flúgva til Reykjavíkar við Airbus 319. Felagið fer tí at flúgva til flogvøllin í Reykjavík frá 8. september til hálvan oktober í ár. Í vetrarhálvuni verður flogið til flogvøllin í Keflavík, ið er best hóskandi um veturin við Airbus 319 flogførum

Íslendsku loftferðslumyndugleikarnir hava givið Atlantic Airways eitt fyribilsloyvi at flúgva til Reykjavíkar við Airbus 319.

Atlantic Airways metir, at Airbus 319 flogførini eru best egnað til Reykjavíkar í tíðarskeiðnum frá apríl til hálvan oktober. Tí verður sostatt í fyrstu atløgu flogið til Reykjavíkar frá 8. september til 17. oktober í ár. Flogvøllurin í Keflavík er best hóskandi til Airbus 319 í vetrarhálvuni, og tí verður flogið til Keflavíkar um veturin.

“Vit eru sera fegin um loyvi at flúgva við Airbus 319 til Reykjavíkar. Havast skal tó í huga, at Atlantic Airways næsta ár ætlar at flúgva við einum øðrum flogfari á NORÐ-rutunum – t.e. Ísland, Noreg og Skotland. Tá avgerðin verður tikin um hvat slag av flogfar tað verður, kann hetta koma at ávirka í hvønn mun vit framhaldandi kunnu flúgva til flogvøllin í Reykjavík” sigur Jørgen Holme, stjóri.