Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havfrúgvin 90 ár

Tórbjørn Jacobsen:

Landskendi havsvimjarin í Vestmanna, Maria Hummeland á Heygum, vanliga rópt Mia, fer um níti ára hvarvið í vikuskiftinum. Rættari sunnudagin. Hon var borin í heim hin 10. august 1924. Yngsta dóttir teirra, Háldan Haldansen úr Vestmanna og Mariu H. Haldansen, fødd Hummeland, ið var slektað úr Stavanger í Noreg. Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Onkursvegna tykist Mia vera ein andsøgn til hesa bíbilsku proklamatiónina, tí tað kennist sum bítur tíð og aldur ikki á henni, nú hon er farin 10 ár um vanligan kempualdur. Hóast dramatisku byrjanina í lívinum, mamman doyði tá hon bert var 10 dagar gomul, so hevur hon umframt íbornu sjálvsmegina, likamliga og sálarliga, gjørt tey røttu valini, ið hava flutt hana fram ígjøgnum tíðina sum eitt at kalla tíðarleyst fenomen.

Vit eiga ikki nógva fjølskyldu í Vestmanna, hon er so langt burturi í slektini, at kennskapurin hevur verið lítil. Kortini visti eg, at langomma mín í Heiðunum, Kristina, slektað av Oyrareingjum, og kona mikla framtaksmannin Ólav bónda á Heygum, ið bar sama navnið, Kristina, vóru systkinabørn. Annars kendi man bara so hissini javnaldrarnar í hesi bygdini, frá hondbóltsdystum á Kongsteigum, á gamla vøllinum omanfyri skúlan, og øvut á vøllinum í Heimistovubønum omanfyri skúlan á Glyvrum. Um hesa tíðina fyri 42 árum síðani hendi so tað, at eg á fyrsta sinni umframt mangar aðrar ungdómar úr øllum Føroyum hitti ein vestmenning í túninum í Hoydølum, har bráðpannan í gymnasialari kenslu var og er. Bjørn á Heygum var komin alla ta longu leiðina í Hoydalar á prutli, eg á sama hátt innan av Skálafjørðinum við mjólkabátinum, og soleiðis flættaðust okkara lív saman í ein lívslangan vinskap, har vit at kalla hava verið sum húsfólk hjá hvørjum øðrum. Eitt hálvt ár í ófrælsinum á Kostdeildini var ikki okkara koppur av te, og haðani fluttu vit oman í nakrar kjallaraklivar undir Varða, har vit seinri komu at búgva í tí sum mest av øllum líktist einum kollektivi, saman við floksfeløgunum Ásmundi Guðjónssyni og Sámali Ravnsfjall.

Soleiðis kom eg at kenna havfrúnna úr Vestmanna - Miu. Haldi meg ikki gera ov nógv av, tá eg sigi, at eisini vit bæði við tíðini gjørdust vinfólk, og tað hevur altíð verið fragd og sálarkveiking at hitt hesa óvanliga fryntligu madammuna á máli, í høvuðsstaðnum ella í hugnaliga heimi hennara í Vestmanna, har ból eisini hevur verið reitt okkum, tá eitthvørt hevur verið á vási har norðuri.

Hóast skakandi lívsbyrjanina sum móðurloysingur eftir tíggju sólarringar, vann hon seg væl fram. Seinra kona abba hennara, Marin Elisabeth Hummeland, inni á Fitjum í Vestmanna, tók hana til fosturs. Morbróðurin Gunnar Hummeland var eisini í húsinum, og sigast kann sostatt, at hon vaks upp inni á Fitjum. Eftir skúlagongdina í heimbygdini, sum tá í tíðini var vanligi fólkaskúlin, tókst hon við ymisk fyrifallandi arbeiði. Eitt nú ansaði hon børnum, var í fiskaarbeiði og eisini var hon ekspeditrica í handli. Sum tannáringur, undir seinru heimsstyrjøldini, fer hon til Tórshavnar á húsarhaldsskúla. Fastir mín Jenny, sum var gift við Chr. Eli Lamhauge og mostir mín Petra, gift við gamla útvarpsstjóranum Niels Juel Arge, gingu á hesum sama skeiði, soleiðis komu tær eisini at berast við hvørja aðra, komnar úr hvør sínum heraðshorni í Føroyum. Tað sum eftir var av stríðsárunum var hon arbeiðsgenta – í húsi, sum tað eisini róptist - hjá kenda apotekaranum Juul.

Eftir kríggið vendir hon heimaftur, og somikið hevði hon sogið í seg av royndum hesi árini í høvuðsstaðnum, og so dygt var viðførið, at hon átók sær at standa fyri Klædnabúðini, krambúðini hjá Jóhan Jacobsen, tann seinri so kendi útgerðarmaðurin á fyrsta hekkutogaranum í Føroyum, Kap Farvel. Hon gavst í hesum starvi í 1953, árið, sum í allar mátar gerst eitt markamót í lívi hennara. Hon hevði hitt og lagt ástir saman við bygdarmannin Brynjolf á Heygum. Sonur Ólav bónda. Brynjolfur var ikki hvør sum helst, originalur í hini mest positivu merkingini, ein karismatisk persónligheit, sum vestmenningar tíðum taka til, tí hann var stórskemtari, sjónleikari av Guðs góðu náði, og dugdi sum ongin at vinkla sínar dagsaktuellu viðmerkingar á ein slíkan hátt, at tær bitu seg fastar hjá honum, sum sat undir. Tað sæst aftur í kálvføðingini, eitt nú skal Katrin Thomassen hava sagt, at Bjørn var tann næmingurin av øllum, hon hevði frálært, sum hevði tað skilvísastu søgufatanina. Vestmenningar siga, at stundum fekk Mia ikki døgverðapottin á køksborðið, tí at Brynjolfur brúkti bestikk og borðiskar til tað at sjónliggera fyri soninum, hvussu herliðini stóðu andvegis hvørjum øðrum á hermótunum undir eitt nú seinra heimsstríði, ein innlæring í strategiskan og eisini taktiskan militeran hugsanarhátt. Umframt alt hetta hevði hann egið virki í Vestmanna.

Í Vestmanna er hundurin hjá Brynjolfi, Bibs róptur, líka legendariskur sum kendu hundarnir í klassisku bókmentunum. Søgurnar eru ótaldar um hann, og ein av nógvum er um ta ferðina Bjørn við nýfingnum koyrikorti, við Akseli Dahl-Olsen sum fyrstahonds vitni, í einum samanstoyti við eina trivaliga geldær hevði skamferað bilin hjá pápanum til ókenniligheit. Spurnir gingu vestmenningar á Brynjolf fyri at frætta, hvussu illa akfarið var farið, og fyri at fáa hansara niðurstøðu um málið at vita. Han gav seg til endans og segði teimum, at umframt sundursorlaða bilin var sjálv nummarplátan so illa farin, at sjálvt Bibs megnaði ikki at lesa seg fram til, um vrakið var hansara gamli bilur ella ikki.

Mia og Brynjolfur giftust í 1953. Árið eftir fáa tey hin frumborna sonin, ið tey róptu Bjørn. Tey flestu vita um hann at siga, hann er ein av fáum akademikarum í landinum, sum hættir sær at hava eina almenna meining um viðkvom samfelagslig mál. Seks ár seinri fær hann eina systir, Rúnu, sum síðani gjørdist ein tann størsti songfuglurin í landinum. Røddin í sanginum “Á Ferð í Dreymalandi” á legendarisku LP-plátuni hjá Terja og Føstufressum er hennara. Stemman rúmar øllum hinum musiska universinum og kensluspælinum, og ongin hevði kunnað sungið hendan frábæra sangin betri enn Rúna. Hon hevur ikki stungið høvdið so langt fram sum onkur annar, men talentið og potentialið er øgiligt. Hevði rokkið hægstu tindar um ambitiónirnar vóru til júst tað.

Føðingardagsbarnið er landskend sum svimjari, sum havsvimjari. Hon hevur svomið hvønn einasta dag, tað hevur viðrað bara so nøkulunda, síðani 26. februar 1961. Meini at hon segði mær, at eitthvørt órógv í húðini var orsøkin til, at ein kommunulækni hevði givið henni ráðini at svimja í sjógvi, og hetta var heilivágur við lít. Hon svimur við sama lag, líka íðin, og er í grundini íspinnarin og katalysatorurin til tað landsumfatandi brandið, har annað hvørt menniskja dagliga stoytir seg útav brúgvum, lendingum og seiðabergum. Í frálíku dokumentar-kykmyndini, sum hin evnaríki ommusonurin Heiðrikur gevur snikkað til um ommuna og svimjingina, er hon forævigað sum slóðari á hesum øki.

Nú kundi man hugsað at ein einsamallur havsvimjari í meiri enn hálva øld, var so individualiseraður, at hann ikki skoytti øðrum ein tanka. Mia hugsar øðrvísi. Hon var við til at stovna Vestmanna Svimjifelag miðskeiðis í seksti-árunum í hinari øldini, og stóð fyri og skipaði svimjingina hjá vestmannabørnum um kvøldarnar í samfull fýrati ár. Tá børnini meiri ella minni vóru komin undan, vendi Mia aftur til arbeiðsmarknaðin. Í seinru helvt av sjeytiárunum fór hon til verka á Vestmanna Fiskavirki, og har var hon haðartil bygdarinnar virki, sum so mangt annað kring landið alt, bráðsteðgaði av stóru búskaparkreppuni fyrst í nítiárunum. Samstundis hevur hon verið sera virkin í felagslívinum í Vestmanna og luttikið í ymsum skeiðsvirksemi og felagstiltøkum, tá høvi hevur verið til tað.

Hennara innara megi er dyggari enn hjá teimum flestu, men ivaleyst er viljin, treiskni og hugurin til dagligu havsvimjingina eisini ein orsøkin til, at visti tú ikki betri, so metti tú hana í hvussu er at vera heilt væl yngri enn hagtølini siga tær. Umframt havfrúgvalívið gongur hon íðin langar túrar í natúruni, sum geva henni ein væl yngri motorikk enn hjá teimum flestu, ið røkka 90-ára hvarvinum.** Fjølskylda hennnara sigur, at Maria Hummeland á Heygum heldur sín 90 ára føðingardag í nýggja missiónshúsinum í Vestmanna leygardagin hin 9. august. Tey sum ynskja at heilsa uppá Mariu á 90 ára føðingardegi hennara eru vælkomin at hitta hana í nýggja missiónshúsinum ímillum kl. 16:00 – 20:00.

Sjálvur fari eg við hesum fáu og fátæku orðum at ynskja Miu hjartaliga til lukku við teimum níti árunum, og hóast sólin er komin nakað vesturum á himmalloftinum, ein dyggan gerandisdag í tíðini frameftir, í sama tempo og vigøri sjálvandi. Tað hevur verið ein framíhjárættur at kent tygum øll hesi árini, tað flógva lyndið, opna sinnið og breiði favnurin, sum rúmaði øllum sum komu um tínar ræsur, hava verið mongum til fyrimunar og ugga.