Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóseyðamenn

I summar hava vit havt løgna vitjan í Føroyum. Fólk í svørtum eyðkennisbúnum hava válað um landið, og tey siga seg vera seyðamenn, men løgnir eru teir seyðir, teir skulu hugla, tí tað eru sjóseyðir.

Seyðamenn okkara ansa eftir seyðinum fyri at vit skulu fáa gagn av teimum.

Hetta er okkum beinleiðis álagt í halgubók, har sagt verður: Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdýrunum, sum rørast á jørðini.

Okkara seyðamenn fara væl við seyðinum fyri at vit á heystardegi kunnu fáa mat í munnin.

Øðrvísi er við hesum svartklæddu sjóseyðamonnunum. Teir eru komnir higar at forða okkum í at lýða guðs lóg og fáa gagn burtur úr villini dýrunum, soleiðis sum vit og forfedrar okkara hava gjørt í øldir.

Mangan hevur riðið um snarið at vit hava yvirlivað á hesum oyggjum úti í stórhavinum. Her var ikki nógv at bíta og brenna, men tá ringast stóð til, hendi tað ferð eftir ferð, at vit vóru bjargaði av tí at várharra sendi okkum grind. Hon gav okkum mat í munnin og lýsi til kolurnar, og fyri mong av okkum var hesin matur beinleiðis lekidómur.

Framvegis er grind av stórum týdningi fyri vælferðina í landi okkara. Tey sum ráð hava, kunnu sjálvandi vera hana fyri uttan, men mong eru tey, sum ikki hava nakað oyra til avlops, og hjá teimum koma grindaboð altíð væl við.

Mett verður, at ein fjórðingur av øllum kjøti, sum etið verður í Føroyum, er grind.

Men nú eru nakrir terroristar komnir higar at forða okkum í at fáa hendan mat. Greitt er, at tað ikki er av ongum, at teir koma. Tað sigst, at teir eru fíggjaðir av multinationalum felagsskapum. Hesar fyritøkur hava beinleiðis áhuga í at reka okkum úr landinum, so at tað ber til hjá teimum at leggja ríkidømi okkara undir seg, bæði fiskin og møgulig ráevni.

Talan er tí um yvirgang ímóti okkum, og spurningurin er, hvussu vit á bestan hátt kunnu berjast ímóti hesum sjóseyðamonnum.

Sjálvandi er hugurin hjá mongum at leggja á teir stórur, men er tað klókt?

Vit kunnu vinna á teimum, men so er vandi fyri, at teir gerast pínslaváttar, og tað er helst best fyri okkum ikki at gera teimum hesa tænastu.

Men tá ið vit ikki vilja finna okku í teirra yvirgangi, er greitt at myndugleikar okkara hava tann setning at verja okkara áhugamál.

Um so er, at myndugleikarnir vilja vera okkara vilja lýdnir, so er nógv sum kann gerast fyri at berja niður slíkt yvirgangsvirksemi.

Eitt sum teir siga seg fara at gera, er at bróta landsins lógir fyri at gera okkum skaða.

So leingi bert talan er um orðabrask, kann sigast, at tað er ikki hvørt orð man skal tala til, eins litið og tað ikki er hvør veitsla man skal fara til.

Men øðrvísi er málið, um so er, at talan er um beinleiðis ólógligheitir.

Hetta fær álvarsamar avleiðingar fyri tann sum fremur brotsverkið.

Vit hava verið tolin, men nú er ovboðið!

Í grindini í Haraldssundi hendi tað, at hesir yvirgangsmenn ikki aktaðu grindaformannin og róku hvalirnar til havs.

Tað sum nú ber til hjá okkum er at koyra teir fyri rættin, og har kunnu vit krevja, at teir verða dømdir sekir í brotsgerðini. Próvførslan er einføld, tí teir hava sjávir breggjað av at teir hava brotið landsins lógir.

Spurningurin er so hvør revsingin skal vera.

Vit kunnu døma teir til at sita í geglinum. Hetta er valla skilagott, tí teir fáa løn frá sínum felagsskapi, og hava tað nógv betri í Mjørkadali enn við at reika um hetta land, sum teir halda vera so kalt.

Ein annar møguleiki er at teir skulu endurgjalda okkum tann skaða, teir hava gjørt okkum.

Spurningurin er bert hvussu stórur hesin skaði er. Tað teir hava í hyggju, er at forða okkum í at fáa mat, sum er fjórðingurin av okkara árligu kjøtnýtslu. Hvussu stórt talið er kunnu okkara almennu myndugleikar greiða ákæruvaldinum og sorinskrivaranum frá, men ikki er yvir at dylja, at talan er um milliónir. Um so er, at vit hava annan grindaskaða av teirra virksemi, so kann talið vaksa heilt nógv.

Men hvussu kunnu vit fáa teir at gjalda?

Lítið nyttar at leggja eftir einstøku limunum í felagsskapinum. Tað er felagsskapurin sum slíkur, sum er syndarin.

Hvat við at taka tær ognir sum felagsskapurin hevur í Føroyum? Her hava teir bilar og bátar. Gjalda teir ikki tað sum rætturin áleggur teimum, kunnu hesir bilar og bátar takast frá teimum og seljast á uppboði fyri at fáa ein part av tí, sum teir skulu gjalda okkum fyri tann skaða, teir gera okkum.

Koma teir aftur eitt annað ár, so kunnu vit taka bilarnar og bátarnar so hvørt teir koma til landið.

Annars kunnu vit gera tað sama sum myndugleinanir í USA gera við fremmandafólk, sum ætla sær at koma inn í landið. Tey verða spurd hvat tey ætla sær at gera, og er sannlíkt, at tey ætla sær undir ólógligt virksemi, so sleppa tey yvirhøvur ikki inn.

Zakarias Wang