Mentan
Fyrstu tjaldararnir komnir á G!
15. Jul 2015
Í dag er stóri tjaldingardagurin, tá túsundavís av tjaldarum tysja til Gøtu. Sum vanligt er tann tiltikni Camp Skopunhagen uttanfyri teltstaðin frá morgunstundini.
les meir
Fyrireikingarnar til G!
15. Jul 2015
Festivalin ganga væl, góða veðrið í Gøtu seinastu dagarnar, saman við stóra sandinum í ár geva góðar karmar fyri fyrireikingarnar, og tøkniliga starvsliðið eru tí sera væl við.
les meir
Væleyðnaðir oyggjaleikir á Jersey
15. Jul 2015
Føroyskur ítróttur kann fegnast um enn einar væleydnaðar oyggjaleikir. Eini 150 føroysk ítróttafólk kappaðust í 12 av teimum 14 ítróttagreinunum á leikunum, sum vóru á bretsku kanaloynni Jersey.
les meir
Staðið 65 ár í kioskini og gevst
15. Jul 2015
- Kioskin hevur altíð havt sama lit. Ja, einaferð var takið grønt, men nú hevur tað verið blátt í nógv ár, sigur Asta, sum var 15 ára gomul í 1945, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini. Onkur lítil steðgur hevur verið soleiðis, at Asta samlað hevur staðið í lítlu, litføgru kioskini í samfull 65 ár.
les meir
Momo við nýggjum lag í sambandi við G!
15. Jul 2015
Momo hava givið eitt lag út í sambandi við G!, hoyr tað her:
les meir
Hol ígjøgnum til Viðareiðis í dag
15. Jul 2015
HÁTÍÐARHALD: Í dag verður seinasta skotið latið av fyri Viðareiðistunlinum. Skipað verður fyri almennum hátíðarhaldi klokkan 14 við tunnilsmunnan inni í Dølum á Viðareiði. Har fara stjórin á Landsverki og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at umrøða verkætlanina, sum higartil hevur hepnast avbera væl og er munandi framman fyri upprunaligu tíðarætlanina.
les meir
Landið sparir pening
14. Jul 2015
Við at bjóða út keyp av vørum og tænastum sparir landið pening. Hetta verður staðfest í fyrstu ársfrágreiðingini um keypsvirksemi landsins. Frá 1. oktober 2013 til árslok 2014 keypti landið fyri knappar 30 mió. kr. umvegis 26 útboð á Keypsportalinum. Tilsamans 115 boð komu til hesi 26 útboðini, og prísirnir hjá tilboðsvinnarunum vóru í miðal 20% lægri enn prísirnir á hægstu boðunum.
les meir
Framvegis møguligt at taka fak á akademiútbúgvingini og HD í heyst
14. Jul 2015
Á akademiútbúgvingini hevur Handilsskúlin í Marknagili bjóðað út 5 lærugreinir í heyst, umframt at Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar tvær lærugreinar út. Eftir tilmeldingunum at døma, verða tríggjar lærugreinar settar í verk í heyst, meðan hinar báðar eru ivasamar. Til ber enn at søkja inn á hesar, av tí at lærugreinirnar ikki eru fullteknaðar, eins og tað framvegis eru onkrir møguleikar innan HD.
les meir
















