
Staðið 65 ár í kioskini og gevst
Hon stendur har trúføst alt árið. Á pappírinum eitur hon Kioskin á Vaglinum, men á mannamunni eitur hon bara Kioskin hjá Astu. Á ólavsøku hevur Asta arbeitt í eyðkendu kioskini í 65 ár. - Kioskin hevur altíð havt sama lit. Ja, einaferð var takið grønt, men nú hevur tað verið blátt í nógv ár, sigur Asta, sum var 15 ára gomul í 1945, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini. Onkur lítil steðgur hevur verið soleiðis, at Asta samlað hevur staðið í lítlu, litføgru kioskini í samfull 65 ár.Hvíta og reyða kioskin er veruliga vorðin ein býarmynd. Og hetta er ikki minst Astu fyri at takka. Hon gongur hvønn dag úr Tróndargøtu og oman í kioskina.
- Eg plagi at fara til arbeiðis millum klokkan tíggju og hálvgum ellivu, og eg eri her til einaferð út á kvøldið. Fyrr vóru fleiri fólk í miðbýnum og eisini fleiri bløð at selja. Nú hava vit Sosialin og so Dimmalætting fríggjadagar, sigur Asta.
Hon fyllir 85 ár í august, og tí heldur hon eisini, at tíðin er komin at steðga.
- Nú ætli eg mær at royna lívið sum pensjónist. Eg vil fegin hava, at kioskin verður verandi og er í tryggum hondum. Tí ætli eg eisini at gera eina avtalu við kommununa um at taka yvir ognina, sigur Asta.
Og hesum bjóðar Heðin Mortensen, borgarstjóri, vælkomnum.
- Kioskin hjá Astu er ein býarmynd. Hon prýðir miðbýin, og tí haldi eg eisini, at hon skal standa sama stað, tá ið Asta gevst, sigur Heðin Mortensen.