Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrstu tjaldararnir komnir á G!

Í dag er stóri tjaldingardagurin, tá túsundavís av tjaldarum tysja til Gøtu. Sum vanligt er tann tiltikni Camp Skopunhagen uttanfyri teltstaðin frá morgunstundini. 

Dámligu ungu menninir, ið manna Skopunhagen vóru blíðir og tíðir, tá okkara myndafólk vitjaði teir fyri løtu síðan, sólin skein og lagið var gott.

Teir komu longu kl. 6.30 søgdu teir, tí teir vildu tryggja sær fremstu plássini, tá tjaldingin letur upp seinnapartin í dag.

Í sambandi tjaldingina skipar G! fyri eini Instagramkapping um ársins camp, øll í campinum skulu luttaka og tann løgnasti ella stuttligasti campurin vinnur tjaldingarpass til G! 2016 og eitt G! flagg. 

Man luttekur við at gera eina Instagramvideo, har man lýsir sítt camp tema, og so taggar man tað #gfestival