Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrireikingarnar til G!

Festivalin ganga væl, góða veðrið í Gøtu seinastu dagarnar, saman við stóra sandinum í ár geva góðar karmar fyri fyrireikingarnar, og tøkniliga starvsliðið eru tí sera væl við. 

Aftur í morgun skýnur sólin, og veðurforsøgnin er sera góð fyri festivalin, um enn hon er rættiliga skiftandi.

Seinni í dag gera túsundavís av tjaldarum sína innrás í Norðagøtu, meðan tað longu nú eru komnir fleiri kampingvognar á kampingplássini.

Myndin omanfyri er tikin í morgun.