Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landið sparir pening

Við at bjóða út keyp av vørum og tænastum sparir landið pening. Hetta verður staðfest í fyrstu ársfrá­greiðingini um keypsvirksemi landsins. Frá 1. oktober 2013 til árslok 2014 keypti landið fyri knappar 30 mió. kr. um­vegis 26 útboð á Keypsportalinum. Tilsamans 115 boð komu til hesi 26 útboðini, og prísirnir hjá tilboðs­vinnarunum vóru í miðal 20% lægri enn prísirnir á hægstu boðunum.

Síðan 1. oktober 2013 hevur keyp av vørum og tænastum hjá landinum verið fevnt av rundskrivi, sum ásetir, at vørur og tænastur omanfyri 50.000 kr. skulu bjóðast út. Endamálið er at tryggja størri gjøgnumskygni og meira kapping, tá ið landið keypir vørur og tænastur. 

Rundskrivið ásetir tveir hættir at bjóða út vørur og tænastur. Keyp upp til 800.000 kr. skulu bjóðast út umvegis tilboðsfyrispurning, sum skal sendast í minsta lagi tveim­um veitarum. Keyp omanfyri 800.000 kr. skulu lýsast á Keyps­portal­in­­um. Í hesum tíðarskeiðnum hava tó flestu útboðini á portalinum ligið niðanfyri 800.000 kr..

Rundskrivið og Keypsportalurin hava sum heild verið væl móttikin, men tað hava sjálvandi verið spurningar og ivamál, tí tað krevur eina ávísa tíð at venja seg við nýggju reglurnar. Flestu ivamálini hava snúð seg um vekting, og at skilja í millum vektir og krøv, tá ið bjóðað verður út. Ivamálini fækkast, so hvørt royndirnar við at bjóða út verða fleiri. Í hesum sambandi virkar stóri almenni áhugin, serliga hjá fjølmiðlunum, bæði stimbrandi og mennandi fyri mannagongdirnar og keypsreglurnar hjá landinum. Almenningurin hevur soleiðis eisini eftirlit við, at landið bjóðar út og keypir samsvarandi reglunum.

Frágreiðingin mælir til at gera onkrar tillagingar í rundskrivinum, og harumframt verður mælt til, at kommunurnar fara at nýta Keypsportalin.

"Landið er framvegis í einari tilvenjing at byggja upp eina veruliga keypsmentan, men eg kann staðfesta longu nú, at kapping førir til lægri prísir og við tíðini verður vinningurin hjá samfelagnum størri.", sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Frágreiðingin kann takast niður her: http://www.fmr.fo/media/6645/%C3%A1rsfr%C3%A1grei%C3%B0ing-2014-um-keyp-av-v%C3%B8rum-og-t%C3%A6nastum-endalig-%C3%BAtg%C3%A1va.pdf