Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Hvussu er hitin í dag?

02. Des 2015

Fyri júst einum ári síðani, tann 1. desember 2014, varð hitamet sett í sjónum við Oyrargjógv. Henda dagin var miðalhitin í sjónum heili 9,2 hitastig, ið er tað heitasta, sum er mátað í desembermánað, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914. Í dag er aftur 1. desember. Hvussu hitin fer at roynast í ár, fer hitamátarin við Oyrargjógv at siga okkum í januar, tá hann aftur verður avlisin.

les meir

November var góður hjá Atlantic Airways

02. Des 2015

17.000 ferðandi flugu við Atlantic Airways í november í ár, og tað er 21 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er vøksturin 13 prosent í ferðafólkatalinum tilsamans, sammett við januar-november 2014

les meir

Størsta frambrot fyri ítróttin

01. Des 2015

Í grein í miðlunum um dagarnar tekur Jógvan Arge sær heiðurin av hallarætlanum á Hálsi og á Argjahamri, ið mentamálanevndin hevur samtykt. Ein grein hjá honum skal hava skundað so undir málið, at øll lupu á leistum at loysa málið eftir uppskrift Jógvans.

les meir

Reiðarí dømt at rinda manning 1,8 milliónir

01. Des 2015

Reiðaríið hjá Beinisvørð hevði ongan rætt at fara uttanum sáttmálan og bara einsæris áseta eina dagløn fyri makrelfiskiskapin. Tað hevur Føroya Rættur staðfest, eftir at Føroya Fiskimannafelag vegna manningina á skipinum stevndi reiðarínum. Nú er reiðaríið dømt at rinda manningini útistandandi hýru við rentum fyri tríggjar túrar í 2011.

les meir

Burtur úr vón og viti

01. Des 2015

Í grein til miðlarnar um dagarnar skrivar Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin:

“Meðan Jóhan Dahl sat við Vinnumálum, varð skrivað í kunngerð 5. aug 2015, at frá 1. januar 2017 verður fyrsta trygdarskeiðið tríggjar vikur til longdar”.

les meir

Aðalræðisskrifstofa Íslands í Færeyjum flutt í Ydun, Reyngöta 9, úti á Reyni

01. Des 2015

Aðalræðisskrifstofa Íslands í Færeyjum hefur nú flutt starfsemi sína úr Fútastofu við Kongabrugvin yfir í Ydun á Reyngötu 9, sem stendur við Doktaragrund úti á Reyni og tekur þar formlega til starfa 1. desember 2015.

les meir

Landsskatturin lækkar

01. Des 2015

Fleiri enn 28.300 føroyingar fáa ein skattalætta komandi ár. Tað er greitt, nú Landsstýrið leggur fram ætlaða skattalættan fyri lág- og miðallønt. Í mun til uppskotið, ið varð lagt fram í sambandi við fíggjarlógina fyri 2016, lækkar landsskatturin, meðan ongar broytingar verða í kommunuskattinum í sambandi við skattalættan.

les meir

Alt var fuglar á takinum

01. Des 2015

Beint áðrenn seinasta samgongan skrivaði løgtingsvalið 01.09.2015, kunngjørdi táverandi skattamálaráðharrin, at teirra framskrivaða fíggjarlóg gav eitt fitt avlop. Sjálvt um fleiri røddir í andstøðuni vóru frammi í fjølmiðlunum, sum mettu, at tað fór at verða sera ivasamt, at tað yvirhøvur gjørdist nakað avlop, so traðkaði stjórin á Gjaldstovuni fram í fjølmiðlarnar fáar dagar undan valinum, har hann segði seg stuðla sjónarmiðunum hjá skattamálaráðharrranum.

les meir