Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

November var góður hjá Atlantic Airways

17.000 ferðandi flugu við Atlantic Airways í november í ár, og tað er 21 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er vøksturin 13 prosent í ferðafólkatalinum tilsamans, sammett við januar-november 2014 

November hilnaðist væl hjá Atlantic Airways. 17.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá flogfelagnum í farna mánaði, og tað er ein vøkstur á 21 prosent, sammett við sama mánað í fjør. 

Góða gongdin í ferðafólkatalinum hevur sostatt hildið á alt árið. Tíðarskeiðið januar til november í ár flugu tilsamans 250.700 ferðafólk á rutunetinum hjá føroyska flogfelagnum, og tað er 13 prosent meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, tá ið 221.800 ferðandi flugu við Atlantic Airways. 

Stundvísiðvið fráferðir -t.e. seinking minni enn 15 minuttir – var87prosentum av øllum fráferðum.

Tíðarskeiðiðfrájanuartilnovember2015varðflogið rættstundis í85prosentumav øllum fráferðum.Tað er 3-prosentstig betri, sammett við sama tíðarskeið í 2014.