Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsskatturin lækkar

Fleiri enn 28.300 føroyingar fáa ein skattalætta komandi ár. Tað er greitt, nú Landsstýrið leggur fram ætlaða skattalættan fyri lág- og miðallønt. Í mun til uppskotið, ið varð lagt fram í sambandi við fíggjarlógina fyri 2016, lækkar landsskatturin, meðan ongar broytingar verða í kommunuskattinum í sambandi við skattalættan. 

Lág- og miðalinntøkurnar eru ein stórur bólkur. Skattalættin ávirkar tí ein stóran part av skattgjaldarum. Verður hugt at inntøkubýtinum í 2014, hevur uppskotið við sær, at meira enn 28.300 skattgjaldarar fáa ein skattalætta. Fyri slakar 6.200 skattgjaldarar er talan um ein skattalætta á omanfyri 700 kr. um mánaðin, og um leið 12.700 skattgjaldarar fáa skattalætta á omanfyri 500 kr. um mánaðin.

“Vit vilja, at ovurstóru virðini í samfelagnum í størri mun koma øllum fólkinum til góðar. Við javnari býti av landsins virðum vilja vit fáa eitt ríkari og tryggari samfelag fyri alt fólkið, vinnuna og landið sum heild. Hesin skattalættin til lág- og miðallønt vil eisini kunna virka jaliga á privatu nýtsluna, ið kann skapa grundarlag fyri fleiri størvum og fólkavøkstri. Eisini vil skattalættin betra kappingarførið hjá Føroyum, bæði tá ið umræður at fáa fólk at “velja Føroyar”, og tá umræður vinnulívið, ið vil fáa lættari við at fáa starvsfólk”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Við ætlaða skattalættanum gerst landsskatturin meira stigvaksandi. Fyrsta stigið verður nú 15%, í mun til 20% í dag.

-----------

Fylgiskriv um skattalætta: http://cdn.lms.fo/media/7316/fylgiskriv-2-skattalætti-til-lág-og-miðalinntøkur-2016.pdf