Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu er hitin í dag?

Fyri júst einum ári síðani, tann 1. desember 2014, varð hitamet sett í sjónum við Oyrargjógv. Henda dagin var miðalhitin í sjónum heili 9,2 hitastig, ið er tað heitasta, sum er mátað í desembermánað, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914. Í dag er aftur 1. desember. Hvussu hitin fer at roynast í ár, fer hitamátarin við Oyrargjógv at siga okkum í januar, tá hann aftur verður avlisin.

Í ársritinum Sjóvarmál 2015: http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2015/Sjovarmal2015.pdf, sum Havstovan gevur út, er grein um hitametið í fjør. Øll greinin kann lesast her: http://www.hav.fo/PDF/Hitamet.pdf

Sjóvarmál: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=143&Itemid=221 lýsir við orðum og myndum stóran part av virkseminum á Havstovuni.