Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størsta frambrot fyri ítróttin

Í grein í miðlunum um dagarnar tekur Jógvan Arge sær heiðurin av hallarætlanum á Hálsi og á Argjahamri, ið mentamálanevndin hevur samtykt. Ein grein hjá honum skal hava skundað so undir málið, at øll lupu á leistum at loysa málið eftir uppskrift Jógvans.

Eg meini tað. Sannleikin er, at Jógvan Arge eigur als ongan lut í fyrireikingunum til hesar hallarætlanirnar, tíansheldur fíggingina av teimum.  

Sum borgarstjóri og samgonguleiðari kann eg bert fegnast um tað holla arbeiðið, ið býráðssamgongan hevur gjørt. Vit hava givið okkum ta tíð, ið neyðug er til tess at finna tær røttu og skynsomu loysnirnar fyri ítróttin og býin. Vit hava somuleiðis fingið fíggingina til vega. 

Hallarkapasiteturin tvífaldaður

Nýggju hallarætlanirnar á Hálsi og á Argjahamri og seinni eisini í Skúlanum á Fløtum eru størsta frambrot á ítróttaøkinum farnu 10-15 árini. Við hesum útbyggingum tvífalda vit hallarkapasitetin í høvuðsstaðarøkinum, so at tørvurin á hallartímum hjá bæði teimum stóru og smáu ítróttagreinum skuldi verið fult nøktaður.

Við tveimum hallum, sum eru partar av ávikavist Skúlanum á Argjahamri og Skúlanum á Fløtum, verða skaptir heilt nýggir og savnandi deplar á Argjum og Vesturbýnum. Hetta eru býarpartar í stórari menning eisini við nýggjum búsetingum og tilboðum.

Og við at byggja Høllina á Hálsi til tvíhøll verður skapt ein tjóðarhøll, ið umframt venjing og kapping hjá havnarfeløgum kann hýsa øllum hugsandi tiltøkum, ið savnar tjóðina, tað veri seg stórdystir, konsertir og tiltøk annars. Áskoðarakapasiteturin meira enn tvífaldast.

Við hesum fremja vit tær visjónir og ætlanir, ið vit settu okkum í samgonguni. Ja, vit eru í veruleikanum frammanfyri – eisini frammanfyri Jógvan Arge.

Heðin Mortensen
borgarstjóri