Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Aliøkini á Hovsfirði og Hvalba verða eftir ætlan lýst leys at søkja

09. Jul 2016

P/F Faroe Farming hevur latið aliloyvið á Hovsfirði inn aftur. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur givið loyvi til, at P/F Faroe Farming kann ala fiskin á Hovsfirði fram til tøku, og at felagið í seinasta lagi 1 juli 2017 skal hava tømt aliøkið fyri fisk.

les meir

Norðhavssild í føroyskum havøki langt út á heystið

09. Jul 2016

Seinnu árini hevur norðhavssildin verið at sæð í føroyskum øki til langt út á heystið. Hetta er ein sera áhugaverd gongd í ferðamynstrinum hjá sildini. Kanska er hon við at fara frá vetrarøkinum uttan fyri Troms í Norðurnoregi? Tað, at vit hava sild í okkara øki langt út á heystið, minnir um ferðingarmynstrið í hálvtrýssunum, tá sildin stóð millum Ísland og Føroya um veturin. Spurningurin er so, um sildin aftur fer at brúka hetta gamla vetrarøkið.

les meir

Hægri lestrarstuðul í næstum

09. Jul 2016

Umstøðurnar at lesa í Føroyum gerast nú enn betur. Ætlanin er at hækka studningin fyri hægri lestur við 500 kr. mánaðarliga, at geva einsamøllum forsyrgjarum 12. mánaðin og at hækka barnastudningin upp í 1000 kr. mánaðarliga fyri hvørt barnið. Landsstýriskvinnan í mentamálum, hevur sent uppskot um hægri lestrarstuðul til hoyringar, so tað kann verða lagt fyri tingið á ólavsøku.

les meir

TEAM RYNKEBY Í TÓRSGØTU

09. Jul 2016

Mikudagin var móttøka fyri Team Rynkeby í Tórsgøtu. Hetta á leiðini hjá Team Rynkeby til París næstu dagarnar. Eini 200 fólk vóru komin saman í Tórsgøtu, umframt til samkomu inni á Reinsarínum. Á samkomuni vóru røður og heilsanir bornar fram.

les meir

Nýggj útstykking í Syðrugøtu liðug

09. Jul 2016

Arbeiðið við at gera tveir nýggjar vegir og 26 grundstykkir í Syðrugøtu er nú liðugt og varð avhendað til kommununa seinnapartin í dag. Hetta merkir, at um stutta tíð verður klárt hjá fyrstu nýbyggjarunum at grava út og byggja.

les meir

Framtíðin rundar rokksøguna av

08. Jul 2016

Tað verður ungi bólkurin Frank in a Phonebox, ið sleppur at enda stóru rokksøgu konsertina í Reinsarínum leygarkvøldið.

les meir

Banjometal í heimsflokki

08. Jul 2016

Finskir tónleikaúrmælingar geva tungmálmsklassikarum nýtt lív í knívskørpum, stuttligum og livandi hillbilly hami

les meir

Tveir varðar fylla 100 ár

08. Jul 2016

Tann 8. juli 1916 varð Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, borin í heim, og hann hevði fylt 100 ár í dag, um hann enn var á lívi. Helmsdal er sostatt javngamal við fyrsta landsvegin, sum eisini fyllir 100 ár í ár.

les meir