Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mikudagin var móttøka fyri Team Rynkeby í Tórsgøtu. Hetta á leiðini hjá Team Rynkeby til París næstu dagarnar. Eini 200 fólk vóru komin saman í Tórsgøtu, umframt til samkomu inni á Reinsarínum. Á samkomuni vóru røður og heilsanir bornar fram. 

M.a. bjóðaði Sigrun Mohr, býráðslimur vælkomin vegna Tórshavnar kommunu. Eisini helt Katrin Kallsberg, nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum røðu og Pól Huus Sólstein vegna súkklararnar.

Hugaligt var at síggja spentu súkklarnar, familjur teirra og mong onnur áhugaði, sum vóru komin at ynskja súkklarunum góðan túr.

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðarsúkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.

Nærri kann lesast um Team Rynkeby HER: http://www.teamrynkeby.fo/