Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað verður ungi bólkurin Frank in a Phonebox, ið sleppur at enda stóru rokksøgu konsertina í Reinsarínum leygarkvøldið.

Tá Simme, Teitur, Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum, Stanley Samuelsen, limir úr Mold, Rúna á Heygum, Rókur Jákupsson Jakobsen, limir úr Deja Vu, limir úr Deiggj, Hans Andrias, Vanja Carlsen, Jógvan Andrias Joensen, Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson og Evi Tausen hava ført okkum gjøgnum føroyska rokksøgu, so sleppur sleppur lovandi ungi bólkurin Frank In a Phonebox at enda kvøldið við løgum, ið peika inn í framtíðina.

Frank in a Phonebox er ein av mongum spennandi bólkum, ið eru komnir fram seinastu árini, og spælir fangandi rokkløg, Lagið “Set Fire to Your Home”, hevur verið sera nógv spældur í útvarpinum. Lagið boðar frá einum sera spennandi bólki.