Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðun Magnussen, stjóri á Kreton, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Her vóru vegirnir officielt handaðir kommununi.
Arbeiðið við at gera tveir nýggjar vegir og 26 grundstykkir í Syðrugøtu er nú liðugt og varð avhendað til kommununa seinnapartin í dag. Hetta merkir, at um stutta tíð verður klárt hjá fyrstu nýbyggjarunum at grava út og byggja. 

Teknistovan Gøta hevur havt projekteringini um hendi, og entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu hevur staðið fyri útgrevstri, vegagerð og øðrum arbeiði.

Bíðilistin til at fáa grundstykkið í Syðrugøtu er langur. Heili 66 eru á listanum, og nú hava tey fyrstu 26 fingið bjóðað grundstykki.

- Vit gleðast um at vera komin á mál við hesum og at fleiri nýggj heim verða at síggja í Syðrugøtu í nærmastu framtíð, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Nú fara vit í gongd við at stykkja út í hinum bygdunum.

Tað er ikki bert í Syðrugøtu, at fólk standa í kø eftir at byggja síni sethús. Í Leirvík standa 28 fólk á bíðilista, og her arbeiðir Eysturkommuna við at keypa jørð í ár. Í Norðragøtu standa 23 á bíðilista, og har er ætlanin at keypa jørð í komandi ár.