Listafólk til H-bygningin funnin
25. Feb 2017
VERKÆTLAN: Seinnapartin í dag vóru nøvnini á listafólkunum, sum skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, almannkunngjørd. Samanlagt 40 uppskot vóru at velja ímillum úr bæði Føroyum og útlandinum. Av hesum hevur listabólkurin, ið er knýttur at verkætlanini, valt trý listafólk til at menna og fremja síni listarligu íkast til H-bygningin.