
Gott, at brúgvin kom!
Undanfarna býráð í Havn tók nógvar stórar avgerðir og gjørdi nógvar skilagóðar íløgur, og ein av teimum, ið veruliga skarar framúr, er brúgvin um Sandá. Í sjálvum sær er hon eitt listarverk og er eitt satt prýði fyri bæði Argir og Havnina.
Taka vit bara ferðsluna, so er sera stórur munur á henni, hvussu hon er nú og var áðrenn. Við brúnni eru Hospitalsvegurin og Sandágerði nógv avlastað, og brúgvin gagnar ikki bara bilaferðsluni, tí vit síggja eisini, at hon verður nógv brúkt av fólki á súkklu og til gongu. Eisini nógva ferðslan, ið kann vera til og frá dystum á fótbóltsvøllinum, gongur smidligari nú.
Og nú kunnu vit eisini frøast um, at ítróttarhøllin, sum verður bygd upp í skúlan, verður reist ein av hesum døgunum. Spennandi verður, tá hon verður liðug og tikin í brúk í summar, til gagns fyri alla kommununa.
Tá vit gjørdu brúnna, vóru tað fleiri, ið settu spurnartekin við, hví vit gjørdu eina brúgv júst har, og ein annar spurningur var eisini, hví vit løgdu higartil størsta skúlan í kommununi uppi á Hamrinum. Einfalda svarið er, at Argir vaksa sera skjótt. Tí vildu vit tryggja ferðsluna millum Havnina og tann partin av kommununi, sum helst hevur størsta framtíðar vakstrarpotentialið.
Tað er sjálv býarmenningin, sum hevur slóðað fyri hesi farleið, tí Argir fara at vaksa niðaneftir og úteftir við rúkandi ferð næstu árini. Skúlin, sum at byrja við lá nærum einsamallur ovast á Argjahamri, verður miðdepil, nú vit stykkja út longur niðan ímóti Kongavarða, har hópin av barnafamiljum koma at húsast.
Samstundis hava vit tryggjað ferðsluna út á Glyvursnes, har møguleikarnir nærum eru óendaligir. Í næstu framtíð tosa vit um golfvøll, grótbrot og havn, møguligar útstykkingar og annað – og dreyminum um ein framtíðar flogvøll har hava vit ongantíð slept.
Soleiðis kunnu vit ásanna, at nýggja brúgvin um Sandá er eitt satt frambrot, ið gongur væl inn í framtíðina og er við til at stuðla upp undir ta menning, ið fer at henda á Argjum tey næstu mongu árini. Umstøðurnar at búgva og búseta seg á Argjum eru av teimum bestu og í dag ivast eingin í, at brúgvin fer at standa sína roynd, so hvørt sum Argir vaksa inn í framtíðina.
Heðin Mortensen
býráðslimur