
TEEN-STREET-ÁTAK Í FØROYUM - við fjølbroyttum tónleiki
Altjóða felagsskapurin TeenStreet, er væl kendur innan flestu samkomur og kirkjur í Føroyum, við tað, at ungdómurin, og fleiri av foreldrum teirra, hava luttikið á Teen-Street.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
Teen-Street er ein altjóða kristilig ungdómslega, sum verður hildin í Týsklandi á hvørjum árið, har trúgvandi ungdómur úr nógvum londum kemur saman at hoyra góða undirvísing úr orði Guds, at lovsyngja Harranum og at verða motiveraði at vitna í heimaumhvørvinum.
FØROYSK DEILD
TeenStreet hevur í fleiri ár havt deild í Føroyum, sum verður leidd við føroyskum leiðarum. Nú verður skipað fyri stórum Teen-Street-átakið í Føroyum, sum verður í ítróttarhøllini Bylgjan í Runavíkini komandi vikuskifti, fríggjakvøldið 24. til sunnunkvøldið 26. februar. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða møtini kl.21:00 og sunnukvøldið kl.19:00
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl.23:00 verður lovsongsløta undir heitinum THRONE ROOM. Tónleikabólkur við tónleikarum úr Lívdini, Oasuni, Kelduni, Nebo og KFUM & K í Klaksvík kemur at spæla og syngja, har eisini solosangur verður.
SPENNANI HJÚN
Tað verða hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston í USA, sum koma at tala øll trý kvøldini. Debs og Josh Walker eru væl kend millum føroyingar á Teen-Street legunum í Týsklandi, har tey hava verið høvuðstalarar í fleiri ár. Hetta er fyrstu ferð, at Debs og Josh vitja í Føroyum, og fyrireikararnir siga, at hjúnini, sum vanliga arbeiða millum heimleys og fangar, hava nakað heilt serligt at geva. Tey koma at tala út frá Jákups brævinum øll trý kvøldini.
Hetta er fyrsta Teen-Street átak av sínum slag í Føroyum. Í leiðsluni fyri Teen-Street Føroyar sita Randi og Símun J. Hansen, Elisabeth Christiansen og Margareth Djurhuus.